FC Suðuroy 2-3 tap ímóti B71

Mynd: Bjartur Vest

Flest øll vóru helst greið um, at ongir dystir fóru at verða lættir, nú FC Suðuroy er flutt úr 2. deild upp í 1. deild. Men hóast hetta, so vóru viðhaldsfólk helst skuffaði eftir dystin ímóti B71 á Eiðinum leygardagin.

FC Suðuroy skuldi reisa seg eftir tap ímóti NSÍ í Runavík – og hetta sást eisini væl fyrstu 15 minuttirnar. Leikararnir vóru ágrýtnir, stríddist væl og spælið gekk eisini væl.

Men tað er jú kent í fótbólti, at tað er umráðandi at taka av mál-møguleikunum, sum verða skaptir – og tá FC Suðuroy ikki gjørdi hetta, so javnaðist dysturin út og B71 kom fram til onkra vanda støður og ein teirra, ein leysur bóltur í feltinum, endar við at Aron Clementsen fekk skot á og so var støðan 1-0 til B71. Hetta var í 29. minutti.

FC Suðuroy helt tó áfram við at stríðast og eitt væl spælt álop í 35. minutti endaði eisini við Christian Njøten fekk bóltin og javnaði til 1-1.

Men løtu seinni legði B71 seg aftur framum. Clayton Soares lá í brotsteiginum hjá FC Suðuroy eftir ein samanstoytt. Spælið helt áfram og eftir FC Suðuroy álop endaði bólturin hjá verjuleikara hjá FC Suðuroy, sum skuldi leggja bóltin aftur til Rana N. Johannesen í málinum, men var ikki varugur við Clayton. -Og í slíkum støðum er Clayton tryggur og støðan var 2-1 eftir 37 minuttur. Og hetta var eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki byrjaði B71 væl betur og kom eisini fram til fleiri málmøguleikar. FC Suðuroy hevði trupult við at fáa spælið at glíða og koma fram til rættiligar málmøguleikar. Tað var tí heldur ikki heilt órættvíst, at Joel Vazques hjá B71 i 68. minutti skoraði til 3-1.

Mynd: Bjartur Vest

FC Suðuroy minkaði tó beinanvegin um munin, tá Kári Kærbech í 71. minutti gjørdi tað til 2-3.

Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum sostatt endaði við 3-2 sigri til B71.

Skertisdag, 1. apríl, er aftur ein trupul dystur á skránni, tá FC Suðuroy tekur ímóti Skála á heimavølli í Vági.

Facebook viðmerkingar