Mikudagin kemur nýggj sending við 6.500 skamtum av koppingarevni frá Pfizer/BioNTech. Koppsetingin verður tikin uppaftur hósdagin á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Sjúkrahúsverkið hevur fingið váttað, at nýggj sending við koppingarevni kemur til landið seinnapartin mikudagin. Talan er um stóra nøgd hesaferð, tilsamans 6.500 skamtar.
Slakur helmingurin av koppingarevninum fer til at koppseta fólk, sum hava fingið fyrra prikið. Hin helmingurin fer til fyrru koppseting.
Øll, sum eru 55 ár og eldri, kunnu bóka tíð til koppseting á corona.fo.
Facebook viðmerkingar