Vit heita staðiliga á Fíggjamálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið um alt fyri eitt at seta seg við samráðingarborðið, so semja kann fáast í lag partanna millum.
At kalla Løgtingið saman langt áðrenn allir aðrir møguleikar eru troyttir, er ikki virðiligt. Pedagogarnir røkja sera týðandi størv, og tí eru eisini mong meint rakt, tá verkfall er. Hvussu týðandi hesi størv eru, vísa eisini landsstýrismaðurin í arbeiðsmarknaðarmálum og stjórin í Almannaverkinum á, tá teir longu á fyrsta degnum, sum verkfall var, søgdu, at vandi er fyri lív og heilsu hjá teimum, verkfallið rakar. Álvarsama støðan leggur eina sera tunga ábyrgd á landsstýrið, um at fáa landsstýrismannin í fíggjarmálum at leggja alla orku í at finna eina loysn. At samráðast nátt og dag, inntil ein loysn fyriliggur.
Tað eigur landsstýrið at gera í virðing fyri námfrøðingunum og í virðing fyri øllum teimum, ið verða so meint rakt av verkfallinum.
Landsstýrið hevur á ongan hátt prógvað, at alt, sum gerast kann er gjørt, fyri at finna eina semju við Pedagogfelagið. Tvørturímóti. At tvinga ígjøgnum eina lóg , ið leggur seg beinleiðis uppí trætuna, fer at gera tað munandi truplari at loysa ósemjuna, og tað kann fáa álvarsamar langtíðarfylgjur og leingja um verkfallið.
At leggja seg so beinleiðis og miðvíst út í verkfalsrættin, sum landsstýrið gjørdi longu frá fyrsta degi, er álvarsamt og máar støðið undan styrkini hjá fakfeløgunum. Hetta er sostatt eitt álop á alla fakfelagsrørsluna, ið er ein grundsúla undir vælferðarsamfelag okkara.
Vit vóna tí inniliga, at øll standa saman og heita á landsstýrismannin í fíggjarmálum at tryggja, at partarnir setast við samráðingarborðið longu í dag.
Vegna Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Framsókn
Høgni Hoydal
Aksel V. Johannesen
Ruth Vang
Facebook viðmerkingar