Starv at søkja í Vágs skúla

Vágs Skúli søkir eftir einum lærara í tíðaravmarkaðum starvi fyri lærara í farloyvi 

Skúlanum tørvar lærara, ið m.a. kunnu átaka sær støddfrøði, danskt, og náttúra og tøkni og heimkunnleika. Harafturat tørvar skúlanum lærara, ið kann undirvísa í ítrótti/svimjing. 

Søkt verður eftir lærarum, sum: 

duga væl at samstarva og samskifta
vilja menna seg sjálvan og skúlan
sýna  næmingum og undirvísing eldhuga
vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

Førleikakrøv: 

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu undirvísingarpørtum og lærugreinum.  


Lønar- og setanartreytir: 

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. 

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. 

 
Umsóknir: 

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 21. juli  2021  kl. 12.00 

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja ella senda teldupost til 

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo 

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo 

Facebook viðmerkingar