Ikki er óvanligt, at tað er nakað trongt og rokasligt á havnarlagnum á sumri, tá Smyril og Norrøna koma og fara um somu leið. Hetta er ikki minst galdandi, tá útlendsk ferðafólk skulu við Norrønu – og stilla bilarnar í skeivu bilrøð á havnarlagnum. Oftast verður hetta fangað á keiini, áðrenn bilarnir fara umborð, men í kvøld høvdu tveir týskir bilførarar, sum skulu til Danmarkar við Norrønu seinni í kvøld, av óskedni koyrt umborð á Smyril.
Til alla lukku varð mistakið uppdagað, áðrenn Smyril loysti í Havnini. Trupulleikin var tó, at týsku bilarnir stóðu mitt í rúgvuni av bilum, so har skuldi ein størri operatión til at fáa bilførarar at flyta bilarnar, so týsku bilarnir sluppu í land aftur.
Av somu orsøk varð Smyril seinkaður í 45 min. av Havnini í kvøld.
Týsku bilarnir fara væntandi umborð á Norrønu seinni í kvøld, men øll hendan seinkingin (og hetta er ikki fyrstu ferð) hevði man sloppið undan, um so varð, at tað varð skeltað ella kunnað betur á havnarlagnum í Havn. Sum er mugu fremmanda fólk gita seg til hvar tey skulu fara á havnarlagi í Havn, tí kunningin er ikki nøktandi.
Facebook viðmerkingar