Sum greitt varð frá leygardagin, so hevur felagið Ango í Vági keypt trolaran Junior úr Hirtshals. Junior er fyrrverandi Nýborg, sum í 2017 kom til Vágs og var heimahoyrandi har eina tíð.
Vit vóna at koma til Føroyar við skipinum um eina viku, tað sigur Heri Godtfred við Føroysku Sjómansmissiónina.
-Vit uppfylla allar treytir og mangla nú tað endaliga fiskiloyvið frá mynduleikunum, sum vit vónandi fáa fyrsta dagin. Skipið er nýliga klassað, er í góðum standi og hevur síðstu tíðina roynt eftir ídnaðarfiski í Norðsjónum, sigur Heri Godtfred.
-Vit koma at sigla skipið heim undir donskum flaggi og umflagga tað í Føroyum, tí tað er lættari. Skipið kemur at eita Ango og vit vóna at kunna landa mest gjørligt í Suðuroy. Eg og John Mikkjal, bróður, koma at føra Ango og 10 mans verða við, sigur Heri Godtfred við Føroysku sjómansmissiónina.
Facebook viðmerkingar