Søgan endurtekur seg: Fótbóltslið møta ikki til dystir í Suðuroynni

Flestu fótbóltsfeløgini kring landið hava nú verið ígongd við fyrireikingarnar til kappingarárið – sum jú er farið ígongd – í fleiri mánaðir. Felags ungdómsliðini í Suðuroynni, U15 og U17 dreingir, hava vant at kalla allan vetur, eins og vaksnamannaliðini hava gjørt.

Í dag vóru fleiri dystir á skránni í Suðuroynni, bæði barnakappingar, ungdómsdystir og dystir í 3. deild. Fleiri dystir eru nú ígongd, men fleiri eru eisini avlýstir.

Felags U15-liðið hjá TB/FC Suðuroy/Royn skuldi spæla ímóti Skála, sum ikki eru møttir. Felags U17-liðið skuldi spæla ímóti HB, sum heldur ikki eru møttir. Og í 3. deild var dystir millum Royn og Undrið FFa á skránni í Vági, og TB og Undrið FFb á skránni í Trongisvági, teir dystirnar eru báðir avlýstir, tí liðini eru ikki møtt.

Hjá liðítróttinum í Suðuroynni er støðan sum heild tann, at 2. hvør dystur verður spældur norðanfjørðs – og 2. hvør dystur verður spældur í Suðuroynni. Eru t.d. 20 dystur í kappingarárinum, so skulu suðuroyarliðini norður um fjørð 10 ferðir – og ja, tað kemur fyri, at suðuroyarlið ikki fáa mannað lið orsaka av sjúku ella skaða, tí feløgini hava ikki stóran hóp í øllum árgangum.

Galdandi fyri øll lið, sum eru í bólki við liðum úr Suðuroynni er, at tey skulu til Suðuroynna 1 ferð um árið. Og tíverri endurtekur søgan seg ár um ár – feløg møta ikki upp, soleiðis eisini í dag, har tað eru 4 dystir í U15, U17 og 3. deild sum eru avlýstir orsaka av at liðini ikki eru møtt.

Fyri fótbóltslið í Suðuroynni er hetta ikki ókend støða, men heldur ein endurtøka frá undanfarnum árum.

Facebook viðmerkingar