687 fólk løgdust aftur at fólkatalinum seinasta árið, og 1. apríl búðu 53.882 fólk í Føroyum. Vøksturin svarar til 1,3%, sum er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá fólkatalið vaks við 1,6%. Serliga er tað íkastið frá burðaravlopinum, sum er minkað.
Fólkavøksturin er minkaður nakað seinastu mánaðirnar. Í 2020 og 2021 lá árligi fólkavøksturin millum 1,4% og 1,6% fyri hvørt 12-mánaðar-skeið, og seinastu 12 mánaðirnar var hann 1,3%.
Facebook viðmerkingar