Mánadagin verður eitt nýtt frítíðartilboð í Vági tikið í brúk. Talan er um Disc Golf Vágur, sum er vesturi á Eiðinum.
Í eina tíð hevur verið arbeitt við eini verkætlan í Vági. Í fjør og í vár hevur Magnus Pauli West, saman við øðrum disc golf áhugaðum, gjørt royndir at spæla disk golf vesturi á Eiðinum.
Royndirnar hava verið góðar og veðrið hevur ikki tað ávirkanina, sum vænta varð. Lendið og økið vesturi á Eiðinum er sera væl egna. Har eru náttúruligar forðingar og sera vakurt, sum ger tað bæði avbjóðandi, stuttligt og lokkandi at spæla. Í útlondum verður disk golf vanliga spælt í skógarøki, har eitt nú trø eru forðingar. Sovorðin økir hava okur ikki í Vági, men lendi, veðrið, gamlar neysta leivdir og náttúruligar forðingar gera, at ein vøllur vesturi á Eiðinum fínt stendur í mát við útlendsku vøllirnar. Sigur Magnus Pauli
Sjálv verkætlanin fevndi um at gera eitt disc golf økið vesturi á Eiðinum. Hetta økið skal so virka sum eitt frítíðartilboð og leggja lunnar undir eitt ítróttartilboð og felagsskap í framtíðini.
Disc golf økið er staðsett á vestur-, eystur- og suðursíðuni á fótbóltsvøllinum á Eiðinum. Talan er um 9 kurvar og 11 startir, men sum samanlagt geva 18 vøllir og hesir eru tilsamans áleið 2.500 metrar. Vøllirnir eru sera diskretir. Lítið inntriv er gjørt í náttúruna. Kurrvurnar eru sjónligar, men fundamentini eru fjald av grasi. Kurvarnar eru gjørdar á Tangavirkinum. Kurvurnar eru styrktar til tað føroyska veðri og kunnu takast niður, tá veðrið er ringt og tá veturin kemur. Økið er skipað soleiðis, at til ber at spæla allar 18 vøllirnir, ella at spæla 9 vøllir vestanfyri fótbóltsvøllin ella 9 vøllir eystanfyri fótbóltsvøllin.
Arbeiðið er nú liðugt og frá mánadegnum, 8. august, kunna øll spæla disc golf kring ítróttarøkið á Eiðinum.
Borgarstjórin, Bjarni Johansen, slapp at kasta fyrsta diskin vesturi á Eiðinum. Á Facebook síðuni hjá kommununi, og á sosialu miðlunum hjá Rams Disc Golf, ber til at síggja, hvussu tað gekst Bjarna at kasta.
Okur í Vágs Kommunu gleðast um, at tað verða gjørd átøk av einstaklingum, sum ríka frítíðarítrivini í Vágs Kommunu. Hetta er eitt spennadi tilboð til vágbingar og til fólk sum koma at ferðast í Vági. Sigur Bjarni Johansen.
Hvat er disc golf?
Disc golf er ein vaksandi ítróttagrein í USA og Evropa, og nú kemur ítrótturin til Føroya – í fyrsta umfarið sum eitt frítíðartilboð, men við tíðini er ætlanin at tað skal blíva til eina ítróttagrein.
Disc golf verður spælt eins og traditionelt golf. Í disc golf verða diskar kastaðir eftir kurvum frá ymiskum frástøðum. Vøllurin sjálvur hevur ein start og eina kurv, og á vøllinum kunnu verða ymiskar forðingar. Endamálið er at raka kurvurnar við fægst køstum og reglurnar eru tær somu, sum í traditionellum golf. Tó er endamálið, at hava tað stuttligt og røra seg. Til ber at spæla disc golf saman við øðrum ella sum einstaklingur.
Øll kunna spæla
Tað sum er serligt við disc golf, í mun til aðrar ítróttargreinar, er, at øll kunna spæla – óansæð aldur, kyn, likamligan styrk. Tað einasta sum krevst er teknikkur – førleika at kasta ein disk – og tað kunna øll læra.
Fyri at gera tað lættari hjá øllum at spæla disc golf í Vági, so ber til at læna diskar ókeypis frá Magnus Paula. Eitt depositum á 300 kr. verður tó kravt, tá diskar verða leigaðir og hetta verður latið aftur, tá diskarnir verða avleveraðir.
Til ber at lesa meira um disc golf og hvussu ein lænir diskar á heimasíðuni rams.fo. Kunning um Disc Golf Vágur og hvussu disc golf økið sær út sæst á rams.fo/discgolfvagur.
Stuðlar
Stuðlað verkætlanini hava: Vágs Kommuna, Tangavirkið, Betri, Lions Club Suðuroy og BankNordik.
Facebook viðmerkingar