Fólk fáa ikki heitan mat uttan EL, børn fáa ikki gjørt skúlating uttan EL, snøgt sagt fáa húsarhald ikki virkað uttan EL.
El og hiti eru tískil neyðsynjarvøra, ikki luksusvøra.
Í dag eiga allir føroyingar SEV gjøgnum kommunurnar. Men samgongan hevur aðrar ætlanir við SEV.
Í samgonguskjalinum stendur: ”Arbeitt verður við at skilja elnetið hjá SEV frá hinum virkisøkinum, soleiðis at fult gjøgnumskygni verður í kostnaðinum av netpartinum.”
Vit kunnu spyrja, halda tit, at prísirnir hjá oljufeløgnum eru gjøgnumskygdir? Vilja vit hava somu støðu við EL-prísinum?
Eg veit, at SEV fer at hækka prísin nakað komandi ár, men hetta er onki afturímóti tí, sum vit síggja aðrastaðni.
Í Bretlandi verður tosað um, at fólk fara ikki at hava ráð at hita sær húsini ella hava køliskáp tendraði í vetur.
Í Føroyum eru húsarhaldini longu tyngd av høgum prísum á matvørum og brennievni. Verður SEV privatiserað fer prísurin eisini at hækka.
Fólkið eigur SEV og soleiðis skal tað vera!
Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar