Páls Høll framvegis stongd

Páls Høll boðar aftur í dag frá, at hølli er stongd í dag, 22. september, orsaka av, at Páls Høll ikki fær nokk av hita frá el-verkinum í Vági.

Í løtuni framleiðir SEV 100% grønan streym í Suðuroy, sum, í sjálvum sær, er sera jaligt og spennandi. Men hettar inniber samstundis, at Páls Høll ikki fær nokk av hita frá el-verkinum í Vági. Hetta førdi eisini við sær, a Páls Høll var stongd í gjár 21. september.

Facebook viðmerkingar