Svend Olsen til minnis

Fríggjadagin kom tey ófrættatíðindi, at Svend Aage Olsen, ættaður úr Vági, búsitandi i Hvidovre, var farin um sýn, 86 ára gamal.

Svend var sonur Juliu og Pola á Oyri, og vaks upp millum Garðabrúgv – Sandin og Gamla Skúla og kom so at siga ongantíð teir 50 metrarnar longri niðan á Ovaraveg.

Eg kom at kenna Svend longu fyrst í 50-unum, tá eg okkurt summarið njót nakrar dagar hjá Bergittu, pápasystrini, sum búði bert einar 50 metrar fra barnaheiminum hjá Svend. Eg nýtti tíðina at spæla fótbólt saman við yngri og eldri javnaldrum millum húsini – og minnist at Svend sum ein tann elsti í flokkinum onkuntíð stóð í málinum, sum var millum tveir steinar – og sum hann sjálvur hevði á máli – ”fótbólt komi eg aldrin at njóta”, so skjótt ein fær fatur í bóltinum, so verður hann sparkaður oman til Garðabrúgv.

Svend hevði hvørki lyndið ella lystina til fótbólt, men heimakærur sum hann var, so var VB hansara gimsteinur og heimalið – og tað so ríkiligt alt hansara æviskeið – sjálvt eftir, at hann sum ungur flutti til Danmark at búgva – at nema sær útbúgving innan VVS-yrkið.

Svend fekk sær konu úr Klaksvík, Miriam, og tey fluttu til Hvidovre á ungum árum og fingu 4 børn. Hans Svenning, Iris og Henning, øll funnu sær maka í Hvidovre og setti búgv har, Alis á Eysturbrúgv, men kom næstan dagliga onkur teirra í heimið í Rosenhøj, har tey vóru vaksin upp.

Sum VVS-maður fekk Svend skjótt arbeiði í stóra íbúðarøkinum Rosenhøj við útvið 500 íbúðum, og skjótt eftir bleiv hann ovasti í umsitingini sum umsjónarmaður og hitameistari. Tá Svend fór frá sum umsjónarmaður í Rosenhøj, tók sonurin Hans Svenning við starvinum.

Eg arbeiddi seinast í 70-unum hjá kriminalpolitiðnum í Hvidovre. Deildin lá einar 200 metrar frá Rosenhøj,og ein morgun hevði har verið okkurt áfatt, sum deildin skuldi hyggja nærri at – eg skuldi tosa við ”Inspektør Olsen” Eg kom til Rosenhøj beint innanfyri stóra íbúðarøkið – bangaði kanska nakað harðliga á hurðina har ”Inspektør” stóð inn úr gongini. Onkur vísti seg at verða innanfyri – tí har bleiv rópt heldur harðliga – DØREN ER IKKE AF STÅL – VENT FOR FAN… Eg bleiv eitt sindur kvøkkur, men hurðin brast harðliga upp og út trein Inspektørurin – hr. Svend Olsen úr Vági. Vit báðir stardu á hvønn annan – Svend var ikki skorin fyri tungubandinum – mælti líka harðliga sum innanfyri – ”Hvat fa… ger tú her – seinast eg sá teg gekk onkur ungur í mínum grannalagi í Vági í fleiri dagar og hilkaði eftir at hava spælt fótbólt móti tær”. Tá máttu báðir flenna – vistu ikki av hvørjum øðrum innan. Beinan vegin kom skeltið á skrivstovu-hurðina ”Kontoret er lukket” og vit sessaðist við kaffi – Miriam kom við onkrum afturvið – teirra íbúð lá beint við siðuna av.

Av tí stuttu samrøðuni vit høvdu saman íbirtist tankin og ætlanin at stovna eitt føroyskt felag í Hvidovre. Svend hevði umsorgan av stóru felagshølunum ”Rosenhøj Selskabslokaler” – og stutt eftir lýstu vit í føroyskum miðlum har um leiðir um ætlanir at stovna Føroyskt Felag í Hvidovre.

Ætlanina um at stovna føroyska felagið kom nógvum fyri oyra, og Svend sum ein av stigtakarunum bleiv ringdur upp av Dánjal Nolsøe, sum hevði verið formaður fyri Føroyingafelagið í Keypmannahavn, sum tá var vorðið óvirkið, har hann var biðin um at fáa savnað nakað av føroyskum dansifólki at fara til Malmø – at vísa føroyskan dans. Sum sagt so gjørt – ein vitjan til Malmø Folkdansare bleiv ein ”stór succes” – formaðurin í svenska felagnum var í nevndini fyri EUROPEADE – altumfatandi virksemi fyri fólkadans í Europa við luttøku av so at siga øllum londum í Vestur-Europa, sum koma saman eina ferð um árið at vísa fólkadans frá heimlandinum – afturvendandi 4000 – 6000 luttakarar.

Vikuna eftir frumframførðslu í Malmø møtti eini 30 fólk upp í føroysku hølunum í Rantzaugade, har FØROYSKT FELAG Í HVIDOVRE bleiv sett á stovn 20. November 1980. Svend var í nevndini fyri felagið frá fyrsta degi av – og øll tey yvir 40 árini felagið var virkið, var Svend ein av fremstu stuðlunum saman við Miriam, sum tíanverri legði árarnar inn alt ov tíðliga – og fór yvirum eftir stutta sjúkralegu í byrjan av nullunum.

Svend var eisini í eitt áramál formaður í felagnum og í felagsins livitíð primus motor og altíð til at heita á, at fáa til vega ymiskt og samantvinnað virksemið – hann varðaði jú av hølunum, sum felagið øll árini húsaðist í. Í fleiri ár luttók felagið við 20 – 30 luttakarum á mentannarstevnuni fyri fólkadansi – EUROPEADE – øll í føroyskum búna, sum vísti føroyskun dans fyri 40.000 – 80.000 áskoðarum á stadion í stórtbýum í Tysklandi, Eysturríki, Schweitz, Belgien, Hollandi, Spanien og Portugal.

Undir luttøku til Europeade i Gijon í Spanien 1982 fekk felagið sum einasta felag av yvir 100 luttakandi feløgum frá øllum Vesturheiminum ”officiella innbjóðan” at ferðast runt í stórbýunum í GALIZIA REGION í Norðurspania í 5 dagar at vísa fram føroyska dansin á størstu pallunum og fyri stórari fjøld av áskoðarum. Vit FERÐAÐUST runt til býirnar í egnum bussi við Føroyskt Felag í Hvidovre Logo á bussinum, BÚÐU á fyrsta flokks hotellum, fingu bestu máltíðirnar økini kundu borðreiða – OG ALT GOLDIÐ av EUROPEADE VOLKSKULTUR fyritøkuni. Afturat fingu vit útgoldið 5000 Danskar krónur at nýta til leyst og fast á ferðini. Ein ótrúliga væleyðnað ferð Føroyalandi av frama – og vit minnast okkurt kvøldið, har hotellið vit búði á legði serstøk veitsluhøli til okkum at halda gaman og álvara á, stórt tal av tænarum, góðan mat, góðan og serligan løg – og ikki at gloyma framførðslu av KULTURUS – leiðaran hjá norðursponsku GALIZIA REPUBLICA Mentunnardeild, sum stóð fyri framførðslunum – og sum við egnari bilkortegu fylgdi okkum frá býi til bý og tók sær av, at øll dansitiltøkini, sum vit luttóku á og vísti fram fyri útvið hálvari millión áskoðarum hesar dagarnar, vóru avbera valeyðnaðar.
Besta kvøldið fyri okkum á hesi ferðini var har Svend íklæddur broderaðan spanskan borðdúk, klædnaserviettar sum várharra´sa lýsandi krúnu – átók sær prestaembætið hesa løtuna og vælsignaði eitt av okkara pørum við óofficiellum giftarmáli, eftir at parið hevði verið trúlovað eitt langt áramál – og so kom danska brúðarvísan á gólv – úr enda í annan.

Saman við Svend hava vit havt manga góða og hugnaliga løtu – Svend verður mintur og saknaður av øllum okkum sum komu saman við honum í eina fjórðingsøld – altíð við tí góða orðinum – og vit eru vís í, at himmalin hevur fingið eina eyka lýsandi stjørnu og at Svend verður boðin hjartaliga vælkomin við portrið hjá Sankta Pæturi og uttan himpr kemur inn í himnaríkið og har hittir síni og okkara kæru sum undan eru farin. Stóri saknurin er okkara.

Tykkum, Hans Svenning, Iris, Henning og Alis við makum, børnum og øðrum nærstandandi – Systur í Íslandi við maka og avvarandi og Jógvan heima á klettunum – Harrin styrki tykkum – men minnini um Svend liva og tey goyma vit í hjartanum.

Myndin sýnir luttakarar frá Føroyskt Felag í Hvidovre á dansistevnu í Eysturríki – Svend Olsen var har flaggberari.

Jarðarferðin av Svend Olsen verður við kórseting 29. Oktober í Risbjerg Kapel, Høvedstensvej 66, 2650 Hvidovre.

Fingu í dag ófrættatíðindi um, at skiparin og vágbingurin Bjarni Brattaberg eisini var farin um sýn, bert 73 ára gamal.
Lýsi frið yvir sjókappan Bjarna Brattaberg, sum so manga bylgju hevur kloyvt á Norðurhøvum. Vágsbygd er her innanfyri 4 dagar vorðið tveir markantar bygdamenn fátækari.

Daniel Jacob Thomsen

Facebook viðmerkingar