Tað tykist vera ein valdandi hugburður hjá teimum vinstrahallu flokkunum, at tað eru tey, ið hava pening, sum skulu fíggja alt hjá teimum, ið ikki hava pening.
Eitt valevni hjá Tjóðveldi tók sterkt til orðanna, tá ið valfundur var í Vestmanna. Viðkomandi fór upp at flákra um tær 1,8 milliardir krónurnar, ið vórðu útgoldnar í vinningsbýti, eftir skatt og avgjøld. “Og har eru pengar at fara eftir!”. Nú skal beinleiðis farast eftir peningunum í lummanum hjá tær, bara tí tú hevur teir – og so sjálvandi eisini, tí vallyftini onkursvegna skulu fíggjast.
Robin Hood var ein kúllur, ið ynskti tað besta fyri fólk, men brúkti heldur óvanligar snildir. Tá ið stórir peningasekkir vórðu fluttir, fór Robin Hood undir vognin, sum peningurin var fluttur á, og skar hol á. Soleiðis stjól hann beinleiðis úr lummunum hjá øðrum fólki. Tað sama ætla summir av hesum flokkunum í Føroyum at gera. Vinnan – sum frammanundan rindar tað, hon eigur – skal framvegis gjalda uppaftur meira. Klárar tú teg væl, skalt tú geva inntil tú ikki klárar teg væl.
“At stjala? Tað er eitt frekt orð at nýta – vit stjala aldrin! Vit bara.. lána frá teimum, ið hava ráð til tað” sigur revurin Robin Hood.
Velur tú Tjóðveldi, ja, so sær út til, at tú velur stuldur á alljósum degi – og tá forðar tú fyri, at vøkstur gerst ein møguleiki, at vinnan ikki fær gjørt íløgur og hugsa nýtt, umframt at skiftið til grønar loysnir verður alsamt truplari. Trupulleikin við slíkari sosialismu er, eins og Margaret Thatcher tók til, at fyrr ella seinni, hevur tú brúkt allan peningi hjá øðrum fólki.
Vel ein flokk, ið ynskir vinnuni, sum tryggjar okkara vælferð, møguleikan at menna seg – vel ein flokk, ið ynskir, at tú sleppur at halda uppá meir av tínum egnum pengum – vel Sambandsflokkin!
Áron Vest
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið
Facebook viðmerkingar