Leygardagin 7. januar fer SuSvim aftur undir sína árliga fløskuinnsavnan.
Vit koma runt til allar bygdirnar í oynni. Byrja verður kl. 13. Fyri at gera tað nemmari og skjótari, hevði verið gleðiligt, um tit settu fløskurnar út til vegin. Møguleiki verður eisini at avlevera fløskurnar, um fólk heldur vilja tað. Á Tvøroyri niðri við pakkhúsið hjá Faroe Ship, í Vági við garasjuna hjá Johannes Sumberg Nysted úti á Marknoyri. Í hinum bygdunum kemur onkur at leggja út á ymisku bygdabólkanir.
SuSvim takkar øllum fyri stuðulin og ynskir øllum eitt gott nýggjár.
Facebook viðmerkingar