TB: Bartal Einarsson Petersen er júst vorðin 19 ára gamal og spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hin 2. oktober 2021 ímóti ÍF. Hann hevur nú spælt 23 dystir á besta liðnum og árið í fjør beit hann seg veruliga fastan millum teir 11 fyrstu á vøllinum.
Róligur, umhugsin og við góðum yvirblikki í verjuni, tykist Bartal at vera ein veruligur fongur fyri TB, bæði nú og í framtíðini.
Verjuleikarin Oddmar Nybo Jespersen er 18 ára gamal og spældi sín fyrsta dyst í Betri deildini 2. mai 2021, bert 16 ára gamal. 30 dystir er Oddmar noteraður fyri og verður tað spennandi at fylgja lovandi leikaranum úr miðbýnum.
Tað er sera gleðiligt, at vit hava ein góðan ungdóm at seta inn á besta lið okkara.
Tvøroyrar Bóltfelag ynskir Bartali og Oddmar bestu eydnu í kappingrárinum 2023.
Facebook viðmerkingar