Beinir og Helgi vunnu 7. umfar í sjavs

Tórsdagin 19. februar var 7. umfar spælt í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag. 19 pør luttóku og hetta umfarið vunnu Beinir Thomsen og Helgi Bech.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Beinir Thomsen og Helgi Bech, 4 stig hvør
Nr. 2. Sverri Magnussen og Páll Lervig, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 1 stig hvør

Næsta umfar í sjavskappingini verður í kvøld, tórskvøldið 23. feb. Spælt verður í VB-húsinum og byrjað verður kl. 18.30 – og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar