Úrslitini frá 32. og 33. umfari í sjavs

Farnu vikurnar eru 32. og 33. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spæld og Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen eru framvegis á odda í sjavskappingini.

Úrslitið av 32. umfari, sum varð spælt í Húsinum við Á í Porkeri 4. Oktober, var hetta:

Nr. 1. Helen Waag og Trúgvi Berg, 4 stig hvør
Nr. 2. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 3 stig hvør
Nr. 3. Henning Djurhuus og John Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Tova Kjærbo og Annedukk Lisberg, 1 stig hvør

33. umfar, sum varð spæld 11. Oktober, endaði soleiðis:

Nr. 1. Egill Steintórsson og Hans Jacob Bech, 4 stig hvør
Nr. 2. Anja Bech og Petur Muller, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Helen Waag og Trúgvi Berg, 1 stig hvør

Næsta umfar í sjavsakappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag verður í Húsinum í Á í kvøld, ónskvøldið 18. Oktober. Byrjað verður sum vant kl. 18.30 og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar