Olivur Thomsen við í EM-hópinum hjá U19

FSF: Mánadagin 13. november setir føroyska U19-landsliðið við dreingjum kós ímóti Kroatia, har EM-undankapping verður á skránni næstu dagarnar.

Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Christiani Høgna Jacobsen, hevur hann nú kunngjørt teir tjúgu spælararnar, ið eru boðsendir.

Umframt Føroyar og Kroatia, verða Ísrael og Armenia eisini við í kappingini, sum verður spæld frá 15. til 21. november.

Hópurin
Jón Petur Thomsen, NSÍ
Svend Danielsen, B68
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Sølvi Johannesen, KÍ
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Suni Herman Joensson Petersen, B71
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Thomas Bjørn Miezan, FC København (Danmark)
Olivur Thomsen, TB
Carl Mikkelsen, B36
Hanus Højgaard, B68
Árni Nóa Atlason, Víkingur
Mattias Hellisdal, B36
Julian Mouritsen, 07 Vestur
Teitur Knudsen, NSÍ
Jón í Horni Nielsen, 07 Vestur
Tobias Elmelund, B36
Jóhan Josephsen, KÍ

Skráin
15. nov. Ísrael – Føroyar
18. nov. Kroatia – Føroyar
21. nov. Føroyar – Armenia

Facebook viðmerkingar