Hendingin fær stóra ávirkan, ikki bara á stovnin, men á alt samfelagið. Avgerandi spurningurin er: Vilja vit rinda fyri føroyskt miðlatilfar?
Sjálvdestruktivi hugburðurin
“So vónandi minkar kringvarpsgjaldið eisini, tá Kringvarpið helst verður verri komandi tíðina.”
Henda viðmerkingin stóð at lesa á Facebook, beint eftir at tíðindini um neyðugu sparingarnar á stovninum komu út. Viðmerkingin er ikki umboðandi fyri allar føroyingar, men tankagongdin er heldur ikki avmarkað bara til ein viðmerkjara.
Margháttligi logikkurin handan viðmerkingina er, at um góðskan í Kringvarpinum ikki er nøktandi, so skulu vit rinda minni fyri Kringvarpið. Viðmerkjarin heldur snøgt sagt ikki, at tað skal kosta at framleiða føroyskt miðla- og mentanartilfar. Og hann hevur ikki skilt, at sparingin kemur orsakað av, at miðlatilfar kostar nógv at framleiða, og at inntøkan hjá stovninum er ov lítil.
Vit kunnu ímynda okkum, um sami hugsanarháttur varð brúktur til skúlaverkið ella sjúkrahúsverkið: Góðskan er ring – ergo, skulu vit rinda minni! Jú meira útbreidd henda tankagongdin er millum føroyingar, jú meira er talan um sjálvdestruktiva atferð, tí hon snýr seg um tað øvugta av at byggja land. Hon snýr seg um spakuliga at niðurlaga tað føroyska samfelagið.
Lætt at hava illvilja móti public service
Tíverri er samfelagsniðurlagandi tankagongdin alt ov vanlig, tá ið tað snýr seg um public service. Tað tykist lætt hjá summum at hata Kringvarpið. Stovnurin, sum skal hava eitt sindur til øll, hevur altíð okkurt, sum tú heldur vera gott ella hampiligt, og okkurt, sum tú heldur vera minni gott. Og tá ið tú hoyrir ein sang, sum tær ikki dámar, ella eina sending, sum tú ikki tekur undir við, so vilt tú typiskt sum brúkari fara aftur við vøruni ella steðga við at gjalda. Her er ein grundleggjandi misskiljing av, hvat public service er.
Kringvarpið, sum longu er ein skotskiva orsakað av støðuni sum almennur public service-stovnur, er ein uppaftur størri skotskiva orsakað av upphæddini, sum verður so ítøkilig, hvørja ferð tú hyggur at lønarlepanum. Sum við einum og hvørjum øðrum skatti, sleppur tú ikki sjálv/-ur at gera av, um tú rindar. Men tú verður ikki á sama hátt mint/-ur á, hvussu nógv tú hevur rindað til aðrar almennar stovnar. Tað fer um skattin.
Transaktiónslogikkurin
Av tí sama hevur ein transaktiónslogikkur tikið seg upp millum nógvar borgarar, sum halda, at tá ið teir sleppa at rinda minni enn 100 kr. um mánaðin fyri útlendskar stroymingartænastur, so er tað ov nógv at rinda 150 kr. fyri Kringvarpið.
Men veruleikin er, at tá ið tú rindar 150 kr. fyri Kringvarpið, rindar tú ikki bara fyri eina vøru. Hetta er ikki ein transaktión sum í eini krambúð, ella sum tá ið tú rindar fyri atgongd til tilfar á Netflix.
Tá ið tú rindar fyri Kringvarpið, rindar tú – umframt fyri tilfar – eisini fyri at samansjóva samfelagið, tú rindar fyri eftirlit við politisku skipanini og øðrum valdshavarum, tú rindar fyri at avdúka órættvísi, og tú rindar fyri eitt skipað, miðvíst og fakliga grundað viðlíkahald av føroyskari mentan. Týdningarmest av øllum rindar tú fyri kritiska undirstøðukervið undir føroyskari vælferð og føroyskum fólkaræði.
Vilja vit rinda?
Tveir politikarar í Breddanum í dag søgdu, at nú var so torført at hækka kringvarpsgjaldið, tí prísvøkstur var allastaðni í samfelagnum. Men allir almennir stovnar á fíggjarlógini verða prístalsjavnaðir, tá ið lønarhækkingar verða framskrivaðar. Skal hetta so eisini steðgast? Hvar endar samfelagið, um politikarar ikki halda, at vit ikki skulu rinda fyri almennar tænastur, tá ið lønirnar vaksa?
Tá ið sjónvarp og útvarp vórðu løgd saman í 2005, vóru 115 ársverk í føstum starvi á nýggja public service-stovninum. Eftir sparingarnar í gjár eru 77 ársverk eftir. Tað er ein minking upp á 33% síðan samanleggingina. Harafturat skulu vit minnast til vanlukkuligu gongdina á privata miðlamarknaðinum seinastu 15 árini, har fíggjarliga grundarlagið er horvið, sum hevur havt við sær, at journalistiska orkan hjá privatum miðlum er minkað niður í lítið og einki.
Tað stutta av tí langa er, at tað kostar at framleiða miðlatilfar, og vilja vit ikki rinda fyri slíkt tilfar á føroyskum, so fáa vit tað heldur ikki. Um politiska skipanin ikki leggur inntøkurnar hjá Kringvarpinum í eina tryggari legu enn í dag, so heldur stovnurin og miðlalandslagið fram við at tódna.
Skipanarligi veikleikin
Kringvarpsgjaldið, sum er játtanin til Kringvarpið, er tongd at fólkatalinum og serliga teimum, sum eru í arbeiðsførum aldri, og stendur tí meira ella minni í stað.
Kringvarpið er í eini serstøðu, tí eingin annar almennur stovnur hevur ein skipanarligan veikleika í sjálvari inntøkuni. Almennir stovnar, sum eru á fíggjarlógini, fáa hækking í játtanina, tá ið eitt viðkomandi fakfelag á teirra virkisøki hevur samráðst seg til eina hægri løn. Lagt verður upp fyri lønarhækkingum, soleiðis at almennir stovnar ikki vera fíggjarliga sleptir upp á fjall. Kringvarpið er tó sum einasti stovnur í Føroyum undantikin hesi meginreglu.
Tað merkir, í einum samfelagi sum okkara, har inflatión er ein veruleiki, og har arbeiðstakarar fáa regluligar lønarhækkingar, at stovnurin verður spakuliga niðurlagaður. Tað merkir, at nøgdin av føroyskum miðlatilfari minkar uppaftur meir. Føroyskt miðlatilfar, sum longu er sera lítið samanborið við tað, sum til dømis aðrir norðurlendingar hava atgongd til á sínum egna máli. Vit eru eitt lítið land, og eiga tí sjálvandi at vera meira – ikki minni – framsøkin enn okkara størru grannar. Av onkrari óskiljandi orsøk hevur tað øvugta verið galdandi í politisku skipanini í fleiri ár.
Føroyingar eru glaðir fyri sosialar miðlar og útlendskar stroymingartænastur, og alt í lagi við tí. Men hesar tænastur fara ongantíð at hjúkla um føroyska mentan, tær fara ikki at savna tjóðina, og tær fara ikki at hava nakran áhuga í at avdúka órættvísi ella hava eftirlit við valdinum í okkara samfelag. Ein uppraðfesting av Kringvarpinum og public service er einasta loysnin.
Rógvi Olavson
Stýrisformaður, Kringvarp Føroya
Facebook viðmerkingar