Nú hoyrist í miðlunum, at formaðurin í uttanlandsnevndini ikki metir tað vera neyðugt hjá uttanlandsnevndunum í Føroyum, Danmark og í Grønlandi at hittast á regluliga ásettum fundum.
Hesa útmeldingina eri eg vónsvikin av at hoyra frá formanninum í føroysku uttanlandsnevndini, tí hetta er skeiv leið at fylgja, um man veruliga ynskir at menna ríkisfelagsskapin. Sjálvt um fleiri røddir innarliga í samgonguni hava sum aðalmál at spilla samstarvið millum londini, so eigur formaðurin í føroysku uttanlandsnevndini ikki at lata hesar røddirnar fáa loyvi til at forða menningini av samstarvinum.
Endamálið við regluligu fundunum er at styrkja samstarvið millum londini – ein pallur, har londini í ríkisfelagsskapinum kunnu savnast fyri at skifta orð um trygdar- og verjupolitisk mál, ið eru uppi í tíðini.
Sjálvandi skulu nevndirnar hittast reglugliga – tað tænir ríkisfelagsskapinum, og tað tænir Føroyum!
Bárður á Steig Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum
Facebook viðmerkingar