Tíðargrein prentað í Sosialinum 29. des. 2023: Í gerandisdegi okkara eru tað ein røð av viðurskiftum, sum hava ávirkan á okkara trivna, bæði á trivnaðin hjá okkum sum einstaklingar og familjur, og á trivnaðin í bygd og bý.
Okur eru von við at hava atgongd til eina røð av trivnaðartilboðum – dagstovnatilboð, skúlatilboð, heilsutænastur, tilboð frá almannaverkinum, mentanar- og frítíðartilboð, tænastur frá handils- og vinnulívinum o.s.fr. Alt tænastur, sum flestu okkara brúka í ymiskum tíðarskeiðum í lívi okkara.
So hvørt sum samfelagið er ment, er samferðsla – tað at kunna skjótt, lætt og trygt fara frá einum øki til annað øki í landinum – vorðin ein tænasta, sum er avgerandi fyri trivnaðin hjá fólki í stórum pørtum av landinum.
Ein av høvuðstættunum í samgonguskjalinum fevnir eisini um at betra um samferðsluna. Fevnir um, at Føroyar framhaldandi skulu bindast saman, soleiðis at okur kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum.
Tann 22. desember 2023 var eitt ár síðani, at samgongan varð skipað. Millum málsøkini, sum Tjóðveldi umsitur í landsstýrinum, er samferðsluøkið, sum eg havi fingið heiðurin av at umsita.
Nú eitt ár er farið framvið, kann ásannast, at hetta hevur verið eitt serstakliga hendingaríkt ár á samferðsluøkinum, sum komandi tíðina fer at merkjast hjá fólki kring landið, bæði tá umræður oyggjaleiðir, bygdaleiðir, samferðsluskip, landsvegir, tunlar og undirsjóvartunnil.
Frá Sandoyarleið til nýggja Hestleið
Árið 2024 verður eitt ár við stórum broytingum á oyggjaleiðunum hjá Strandfaraskipum Landsins (SSL). Sandoyarleiðin er nú niðurløgd, og skipini Hasfjord og Teistin eru givin at sigla leiðina. Hetta førir við sær broytingar bæði á oyggjaleiðum og bygdaleiðum.
Nú Sandoyarleiðin er niðurløgd, er nýggj Hestleið skipað við munandi dagføringum. Fyrstu tíðina verður tað Teistin, sum fer at røkja Hestleiðina. Eftir tað fer Teistin at sigla á Nólsoyarleiðini í nakrar mánaðir. Hepnast tað væl, verður spurningurin um at selja Teistan tikin upp til nýggja viðgerð í landsstýrinum.
Nýggja Hestleiðin verður eitt stórt framstig fyri fólk í Hesti, fyri fólk við tilknýti til Hest og vitjandi í vøkru oynni. Túratalið verður økt munandi, og tað verður nú møguligt at búgva í Hesti og arbeiða í t.d. miðstaðarøkinum og møta til arbeiðis frá morgunstundini. Hetta hevur ikki verið gjørligt higartil.
Tá Erla Kongsdóttir er klár at fara í sigling aftur í vár, fer hon at røkja Hestleiðina.
Farmaflutningurin um Suðuroyarfjørð tillagaður
Eftir ársskiftið verða tillagingar gjørdar í farmaflutninginum um Suðuroyarfjørð. Herjólfur, sum hevur flutt ein part av farminum um Suðuroyarfjørð, gevst at sigla – og Smyril fer einsamallur at flyta farmin um Suðuroyarfjørð.
Greiningar hjá SSL vísa, at kapasiteturin umborð á Smyrli er nóg stórur til at nøkta allan farmaflutningin um Suðuroyarfjørð. Hinvegin kundi samskipanin millum vinnuna og SSL viðv. farmaflutninginum verið betur, soleiðis at kapasiteturin verður brúktur sum best. Hesin parturin er nú uppraðfestur í samstarvi millum SSL og vinnuna í Suðuroynni, fyri at tryggja best gjørliga tænastu og minst møguliga ávirkan á ferðaætlanina um Suðuroyarfjørð.
Fyri at sleppa undan seinkingum í ferðaætlanini hjá Smyrli, hevur SSL mælt til at tillaga ferðaætlanina soleiðis, at tað verður betri tíð millum túrarnar mitt um dagin ávísar dagar í vikuni fyri at tryggja, at farmaflutningur ikki førir við sær seinkingar í ferðaætlanini.
Eisini verður eftir ársskiftið sett í verk bíleggingarskipan fyri bilar á Suðuroyarleiðini, og fer hetta eisini at leggja lunnar undir betri samskipan og tilrættislegging av farmaflutninginum um Suðuroyarfjørð, soleiðis at kapasiteturin umborð á Smyrli verður brúktur best gjørligt.
Endamálið við nevndu broytingum er at veita eina enn betri tænastu um Suðuroyarfjørð ferðafólki og vinnuni at frama. Tá nýggjar skipanir verða settar í verk, er tað ikki óhugsandi, at neyðugt verður við tillagingum fyrsta tíðarskeiðið, fyri at tryggja, at tænastan verður so góð sum til ber.
Fleiri túrar á oyggjaleiðum
Prísbroytingarnar hjá SSL, sum skaptu nakað av rumbli í heyst, koma ætlandi í gildi í fyrru helvi í 2024. Ætlanin fevnir um at dagføra prísskipanina og at dagføra avsláttarskipanir. Broytingarnar fara væntandi at geva SSL meirinntøkur, sum lutvíst fara til at fíggja verandi rakstur, men eisini at økja túratalið á smáu leiðunum.
Samgongan hevur sett sær fyri at uppraðfesta møguleikarnar hjá útoyggjunum at mennast. Góð samferðsla er ein týðandi partur av hesum. Av somu orsøk er sett á skrá at økja túratalið til útoyggjar – til gagns fyri útoyggjafólk, teimum, sum hava tilknýti til oyggjarnar, og vitjandi.
Projektera tvey nýggj skip til útoyggjar
Annar táttur í at styrkja sambandið til útoyggjar eru ætlanirnar hjá samgonguni at endurnýggjan strandferðsluflotan. Samgongan hevur eisini sett á skrá beinanvegin at fara undir at endurnýggja strandferðsluflotan. Projekteringin av nýggjum Kalsoyarskipi og nýggjum skipi til Svínoyar- og Fugloyarleiðina er nú boðin út, og verða skipini bæði projekterað í 2024.
Í 2025 verður farið undir at smíða nýtt skip til Kalsoyarleiðina, og tekur tað væntandi umleið 2 ár at smíða nýggja Kalsoyarskipið. Eftir tað verður farið undir at smíða nýtt skip til Svínoyar- og Fugloyarleiðina. Við hesum er verulig gongd sett á eina tiltrongda endurnýggjan av strandferðsluflotanum.
Bygdaleiðir endurskoðaðar
SSL er eisini farið undir endurskoðan av Bygdaleiðum. Millum annað verða ferðaætlanir endurskoðaðar, og sonu- og prísskipanin verður eisini endurskoðað, soleiðis at tænastan hjá bygdaleiðum kann gerast enn betur.
Nú koyrandi er úr Sandoynni til meginøkið, er eisini nýggj bygdaleið, leið 650, skipað úr Sandoynni til meginøkið. Við hesum er tað lætt og ómakaleyst at ferðast við bygdaleiðum úr Sandoynni í skúla ella til arbeiðis í meginøkinum – ella við leið 650 úr meginøkinum at vitja avvarðandi í Sandoynni.
Tunlar til avskornar bygdir: Dals-, Fámjins-, og Tjørnuvíkartunnilin
Í november 2020 varð fyrsta skotið latið av til Dalstunnilin, sum varð skotin ígjøgnum í november í ár. Farið er undir at gera Dalstunnilin lidnan, og vónandi ber til í 2025 at gera tunnilin farbaran, tá vegbreytin verður liðug. Við nýggja tunlinum verður farleiðin til Dals tryggari, tí tað slepst undan at koyra eftir smala vegnum gjøgnum Dalsberg fyri at koma til og úr hesi vøkru bygd syðst í Sandoynni.
Fyri góðum 13 mánaðum síðani varð fyrsta skotið latið av til Fámjinstunnilin. Sambært tíðarætlanini skuldi tunnilin verið skotin ígjøgnum í ár og lata upp fyri ferðslu komandi summar. Flestum kunnugt, so er Fámjinstunnilin ein av mest avbjóðandi tunnilsverkætlanum í Føroyum higartil. Tey bæði omanlopini í tunlinum hava seinkað arbeiðið nakað. Væntandi er tó, at Fámjinstunnilin verður skotin ígjøgnum tíðliga komandi ár og letur upp fyri ferðslu seint í 2024.
Í vár setti landsstýrið á skrá Tjørnuvíkartunnilin. Á fíggjarlógini fyri 2024 eru játtaðar 5,6 mió. kr. til Tjørnuvíkartunnilin. Hetta merkir, at farast kann undir at gera allar fyrireikingar lidnar, soleiðis at tunnilstoymið hjá Landsverki, sum eisini hevur borað Dalstunnilin, kann fara undir Tjørnuvíkartunnilin. Gongst sum ætlað, og verður játtan tøk á fíggjarlógini 2025, so verður fyrsta skotið til Tjørnuvíkartunnilin latið av um ársskiftið 2024/2025. Við Tjørnuvíkartunlinum verður farleiðin tryggari og ikki minst høgligari, bæði hjá Tjørnuvíkingum og fólki, sum vitja hesa perluna norðarlaga í Sundalagnum.
Komandi ár verða Tunlarnir norður um Fjall eisini lidnir, og er tað at fegnast um, at farleiðin norður um Fjall við hesum fær eina neyðuga dagføring.
Uppraðfesting av landsvegahaldinum
Á fíggjarlógini fyri 2023 er landsvegahaldið raðfest við serligari játtan til asfaltering. Raðfestingin av landsvegahaldinum heldur áfram í 2024 við enn størri játtan til asfaltering av landsvegum. Samstundis verða raðfestar játtanir til at halda áfram við Funningsfjarðarvegnum, til framhaldandi dagføring av Selatraðarvegnum og til at betra um ferðsluviðurskiftini á landsvegnum gjøgnum Gøtugjógv.
Raðfestingin av landsvegahaldinum er eitt tilvitað væl hjá landsstýrinum fyri at minka um stóra eftirsleipið á landsvegahaldinum, soleiðis at tað framhaldandi kann vera trygt og gott at ferðast eftir landsvegakervinum, sum røkkur út í so at siga hvønn krók í landinum.
Ásannast má, at tað er langt eftir á mál við eftirsleipinum á landsvegnum, men serstøk játtan til asfaltering er eitt stig á røttu leið.
Klárt at viðgera Suðuroyartunnilin í 2024
Suðuroyggin er tann einasta av stóru oyggjunum, sum ikki hevur fast vegasamband, nú Sandoyartunnilin er latin upp fyri ferðslu.
Ein av stóru verkætlanunum, sum ferð varð sett á at fyrireika í vár, er Suðuroyartunnilin, sum løgmaður umsitur.
Arbeiðsbólkar eru settir at greina øll viðurskifti viðvíkjandi Suðuroyartunlinum. P/F Suðuroyartunnilin metir, at Suðuroyartunnilin fer at kosta 3,8 milliardir kr., og tá eru atknýttar vegaføringar í Sandoynni og í Suðuroynni, íroknað nýggjan Sandvíkartunnil, við í kostnaðinum. Um Skúvoy verður partur av verkætlanini, verður samlaði kostnaðurin 4,0 milliardir kr.
Arbeiðsbólkur situr eisini við fíggingarleistinum, og fyrst í komandi ári verður eftir ætlan greitt, hvussu Suðuroyartunnilin kann fíggjast. Eg havi eina vón um, at hetta málið kann fara til politiska viðgerð í landsstýrinum, í samgonguni og í Løgtinginum í vár, soleiðis at verklagslóg fyri Suðuroyartunnilin kann orðast, og gongd kann koma á hesa so sera týdningarmiklu verkætlan fyri Suðuroynna og fyri allar Føroyar.
Raðfesting av samferðslu er raðfesting av trivnaðinum
Millum høvuðstættirnar í samgonguskjalinum er at betra samferðsluna, at betra umstøðurnar hjá fólki at búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum.
Tær raðfestingar, sum eru gjørdar í ár og verða gjørdar komandi ár á samferðsluøkinum, eru raðfestingar av trivnaðarøkinum – at betra um trivnaðin hjá fólki kring landið, okkum øllum at frama.
Saman við góðum starvsfeløgum í samgonguni og dugnaligu starvsfólkunum í Strandferðsluni og á Landsverki, er tað við góðum treysti, at farið verður undir 2. árið í hesum valskeiðinum, nú eitt hendingaríkt og spennandi ár á samferðsluøkinum er farið afturum.
Eg fari at enda at ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár við takk fyri brátt farna árið.
Dennis Holm, landsstýrismaður
Facebook viðmerkingar