Skrapt Festival varð hildin fyri fyrstu ferð í juli í fjør. Fyriskipararnir avdúkaðu herfyri, at festivalurin verður hildin aftur í ár og verður vikuskiftið 18. til 20. oktober 2024. Eisini er filmur um Skrapt 2023 í gerð og kemur út í næstum.
Skrapt er eitt alternativ til føroyska mentanarpallin. Ein miðdepil fyri nýggj ljóð, progressiv nøvn og livandi veitstluhýri. Festivalurin liggur í hjartanum í Tórshavn. Á heimasíðuni greiða fyriskipararnir frá, at “Vit ynskja at vísa fram tað besta av tí besta, tað skrappasta av tí skrappa, og kitla tínar sansir á ein hátt, tú ikki visti, at tær dámdi.”
Filmur frá 2023
Arbeitt verður í løtuni við at leggja seinastu hond á film frá Skrapt 2023. Filmurin verður ein samanumtøka av Skrapt kensluni, prát við viðkomandi persónar og innlit í andan og drívmegina aftanfyri festivalin.
2024
Nøvn til ársins festival fara at verða kunngjørd í næstum. Ein samanseting av útlendskum og føroyskum. Dentur verður lagdur á at víðka samstarv við londini rundanum okkum eins væl og longri út í heim.
Mynd frá Skrapt 2023: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Facebook viðmerkingar