Fríggjadagin var endahald í Vágs Høll hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy og harvið er Várskeiðið 2024 endað. Tað hava verið 20 fantastiskar vikur við nógvum stuttligum og avbjóðandi løtum. Næmingarnir hava verið á skíferð, gingið alla Suðuroynna, lopið á sjógv, klintrað, runnið marathon, dansað, gjørt mat, ruddað, kappast og mangt mangt annað. Men mest av øllum, hava tey knýtt vinarbond fyri lívið!
Fleiri myndir eru á Facebook-vanganum hjá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Facebook viðmerkingar