Nú 21 umfør eru spæld í 1. deild er FC Suðuroy framvegis oddalið, og tað er tætt í toppinum. FC Suðuroy hevur 39 stig, Víkingur 38 stig og B36 hevur 37 stig, so sigast má, at tað er tætt í toppinum í 1. deild.
Nú 6 umfør eru eftir í 1. deild og 18 stig eru at spæla um, so gerst eisini áhugavert at hyggja eftir kappingini um at vinna uppflyting í Betrideildina. Í løtuni liggja FC Suðuroy, AB og B71 best fyri. FC Suðuroy við 39 stigum, AB við 34 stigum og B71 við 33 stigum.
Nógv kann tó broytast, tí liðini møtast innanhýsis og hava eisini dystir ímóti toppliðunum.
Í vikuskiftinum er landsdystur á skrá og tí er onki umfar komandi vikuskiftið. Næsta umfar er leygardagin 14. september, tá verður spælt soleiðis:
Facebook viðmerkingar