Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið: Landsstýrið hevur sett sær fyri at endurnýggja strandfaraskipini. Hetta er liður í at tryggja, at fólk kunnu búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir nøkulunda javnbjóðis treytum.
Í fjør og í ár varð játtan sett av til at prosjektera tey nýggju skipini – eitt miðal skip og eitt minni skip. MEST vann útboðið at prosjektera bæði skipini og hevur saman við Strandfaraskipum Landsins og fylgibólkum nú prosjekterað miðal skipið liðugt. Klárt er tí nú at fara undir at gera verklagslóg og bjóða út at smíða Kalsoyarskipið.
“Eg fegnist um, at tað nú veruliga kemur gongd á at endurnýggja strandfaraskipini, so tey gomlu skipini við tíðini kunnu verða skift út við nýggj skip, sum hava nýmótans útgerð og liva upp til dagsins krøv, undir hesum at sigla við battaríum”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Nýggja miðal skipið verður um 43 metrar langt, 12,5 metrar breitt og siglir 11 míl. Skipið er tí nakað størri enn Sam, sum er 34 metrar langur, 9,4 metrar breiður og siglir 9,7 míl. Bæði miðal og smærru skipini fara at sigla við battaríum, sum er stórt frambrot í føroyskari sjóvegis flutningsvinnu.
Á fíggjarlógini fyri 2025 eru settar av 20 mió. kr., soleiðis at farast kann undir at smíða nýggja Kalsoyarskipið komandi ár. Væntandi tekur tað 2-3 ár at smíða skipið.
Raðfesta eisini betri samband til oyggjarnar
Umframt, at farið verður undir at smíða nýggja Kalsoyarskipið, so verða eisini aðrar raðfestingar gjørdar fyri at betra um umstøðurnar hjá oyggjabúgvum.
Á Nólsoyarleiðini verður ein túrur afturat hvønn gerandisdag, soleiðis at tað ikki verður so leingi ímillum kvøldartúrarnar á Nólsoyarleiðini, og fer hetta kanska serliga at gagna børnum og ungum, sum brúka frítíðar- og ítróttartilboð í Havn.
Í ár verður farið undir at flyta rampuna úr Skopun til Syðradals. Tá ið tað er gjørt, fer Teistin komandi vár at røkja Kalsoyarleiðina. Hetta merkir eisini, at Sam verður farmaskip og avloysaraskip og túrarnir týsdag og hósdag, sum Sam ikki hevur siglt á Kalsoyarleiðini orsakað av farmatúrum aðrastaðni, verða tá settir innaftur.
“Økt túratal fer at betra um umstøðurnar hjá fólki, sum búgva á hesum oyggjum. Hetta er ein liður í at betra um sambandið til oyggjarnar”, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.
Facebook viðmerkingar