Eitt av afturvendandi vælumtóktu tiltøkunum í heystfrítíðini er hondbóltsskúlin hjá VB. Og sum vant, so er hondbóltsskúli aftur á skrá í ár.
Í morgun byrjaði hondbóltsskúlin og 75 smílandi børn, fleiri teirri komin norðanfjørðs, vóru klár til tveir spennandi dagar á Eiðinum.
Umframt hondbólt, so eru eisini fleiri onnur tiltøk á skrá í sambandi við hondbóltsskúlan.
Facebook viðmerkingar