Savnið á Mýri bjóðar ferðaleiðarum og øðrum ferðavinnu áhugaðum til kunnandi tiltak hósdagin 24. oktober í Hovi.
“Vit vilja vísa á góðar og ótroyttar møguleikar fyri ferðavinnu í Suðuroynni,” segði Finnbjørn Hovsgarð, ið saman við øðrum stendur fyri Savninum á Mýri.
“Her eru veldigir møguleikar, ikki minst í sambandi við nógv av tí søguliga sum vit hava varðveitt og sum vísir seg at hugtaka útlendingar sum koma hendan veg,” legði hann afturat.
“Suðuroyggin hevur sera nógv spennandi støð av áhuga fyri ferðafólk, og eisini her í Hovi eru møguleikar. Umframt okkara serstaka savn og ymiskt søguligt hava vit góð fundarhøli, eina smiðju gjørd eftir fyrimynd úr víkingatíðini og annað mangt. Her eru nógvar søgur.”
Á tiltakinum fara Finnbjørn og Ólavur Hovsgarð millum annað at greiða frá stórslignari verkætlan um víkingaskip. Eisini verður rundvísing á savninum har Finnbjørn fer at siga frá um arbeiðið sum fór fram har í slupptíðini, og eisini at sýna hvussu tey vaskaðu og turkaðu fisk tá.
“Okkara stóra verkætlan við Føroya fyrsta víkingskipi í nýggjari tíð má sigast at vera serstakliga áhugaverd,” legði Finnbjørn Hovsgarð afturat.
“Vit vænta at Visit Suðuroy úr Vági og av Tvøroyri fara at vera til staðar umframt umboð fyri søvn í Suðuroy.”
Tiltakið í fundarhølunum á Savninum á Mýri byrjar kl. 11 ella stutt aftaná at Smyril er komin til Suðuroyar á túrinum 8:45 úr Havn.
Kelda: FM1
Facebook viðmerkingar