Eldrarøktin í Suðuroynni – BHS

Okur mugu tosa um eina av okkara mest átrokandi avbjóðingum – eldrarøktina.

Okkara eldru borgarar eiga at fáa bestu umsorgan og stuðul, men tíverri megnar verandi skipan ikki at veita tað, tey hava brúk fyri.

Tað kommunala samstarvið, sum okur høvdu vónað skuldi styrkja hetta arbeiði, virkar einfalt sagt ikki.

Manglandi samstarv

Av teimum sjey kommununum, sum skuldu samstarva, eru tað bert nakrar fáar, sum í veruleikanum leggja eitt munagott íkast í samstarvið.

Tað skal og má tí sigast hart, at partar av stýrinum eru ikki áhugaðir í, at samstarvið skal virka.

Tað er eitt álvarsamt forðilsi, sum okur mugu taka í størsta álvara.

Hetta fragmenteraða samstarvið hevur ført við sær manglandi samskipan fyri røkt, sum beinleiðis ávirkar lívsgóðskuna hjá okkara eldru borgarum.

Bú- og Heimatænastan er eitt av størstu arbeiðsplássunum í Suðuroynni við einari fíggjarætlan á umleið 70 milliónir krónur. Men tað riggar ikki nú, og tað fer heldur ikki at rigga framyvir, so longi tað er skrúva saman sum í dag.

Tí mugu okur í fullum álvara umhugsa at steðga samstarvinum og finna eina nýggja leið.

Okur hava tørv á eini skipan, sum er meira ábyrgdarfull, meira samanhangandi og sum veruliga kann veita ta góðsku og umsorgan, okkara eldru borgarar eiga at fáa. Her eigur stýri fyri Bú- og Heimatænastuna at ganga undan og stuðla leiðslu og starvsfólkum, arbeiða konstruktivt og framfýsi, heldur enn at gera tað trupult fyri allar partar og leggja upp til endaleysan klandur.

Tørvur á útbygging

Var nakar dugur í BHS stýrinum, so arbeiddu okur fram ímóti at byggja eitt heim fyri eldri við demens og aðrar sjúkur. Nógv tey flestu av hesum fólkunum hava ikki møguleika at koma á eitt heim, har tey fáa ta røkt ið tey hava tørv á. Tað er ikki pláss fyri teimum.

Tí hevði tað verið skilagott at bygt út á Hamragarði, soleiðis at man savnaði alt á einum stað.

Ein eldradepil við alskyns røkt, tilboðum og hentleikum á sama stað.

Hetta hevði eisini fyribyrgt at okur senda fólk til aðrar bygdir, enn teirra heimbygd.

Framtíðarmál

Okkara mál skal vera at skapa eina eldrarøkt, sum er eins fyri allar kommunurnar í oynni.

Okur hava væl kvalifiseraði starvsfólk í BHS, men okur mugu skapa eina meira haldføra skipan.

Tí avbjóðingarnar í framtíðini bíða ikki eftir okkum. Tær bara vaksa.

Okur mugu tí tryggja, at kommunurnar virka saman við størri samskipan og gjøgnumskygni.

Fastir fundir og opnar viðgerðir millum kommunurnar skulu tryggja eina skjóta loysn á trupulleikum.

Okur skulu eisini seta okkum greið mál og vegleiðingar, sum allar kommunurnar skulu fylgja, og fáa eina óhefta meting av samstarvinum fyri at koma við betringum.

Um hetta ikki ber á mál, so mugu okur steðga samstarvinum og byrja umaftur.

Tí tað verður tað einasta ið kann fáa okkum aftur til endamálið; Eldrarøktina !

Stuðla okkum við at loysa avbjóðingina

Hetta kunnu okur sjálvsagt ikki gera einsamøll. Okur hava brúk fyri tykkara stuðli og tykkara atkvøðu fyri at fáa hesa broytingina í lag.

Tí bara saman kunnu okur skapa eina framtíð, har okkara eldru fáa ta røkt og virðing, tey hava uppiborið.

Bárður Gunnarstein Nielsen

stýrislimur í BHS og valevni á lista E

Facebook viðmerkingar