Fíggjarstýring og Starvsfólk
Í hesum døgum verður nógv skrivað, sagt og lovað. Men uttan eina neyva fíggjarstýring ber onki til. Inntøkurnar hjá kommununi eru í stóran mun givnar uppá forhond, tí helmingurin kemur frá persónsskatti. Politikkararnir hava ábyrgdina av, hvussu peningurin verður brúktur. Nógvar útreiðslur eru knýttar at lógarbundnum borgaratænastum. Tað er altíð møguligt hjá okkum, sum bjóða okkum fram í politikki at kanna eftir, hvussu útreiðslurnar verða brúktar og um hetta er nøktandi.
Netto inntøkur og útreiðslur, rakstur og íløgur 2015 – 2023
Á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni.fo ber til at síggja allar roknskapir hjá landi og kommunum. Myndin niðanfyri vísir inntøkur og útreiðslur til rakstur og íløgur hjá Vágs Kommunu frá 2015 til 2023.
Líkasum hjá einum húsarhaldi ella fyritøku, er neyðugt at kanna, hvussu kommunur og almennir stovnar brúka sínar inntøkur. Vit mugu framyvir tryggja, at vit fáa sum mest burturúr hvørjari krónu. Hetta kunnu vit bert gera við dugnaligum politikarum, sum hava viljað og dirvið at taka ábyrgd.
Starvsfólk og Motivatión
Politikkarir skulu motivera, og skal hendan motivatiónin síðani endurspeglast niður gjøgnum leiðslu, leiðarar og starvsfólk.
Hjá Vágs Kommunu starvast omanfyri 100 starvsfólk, sum dagliga gera eitt framúr gott arbeiði. Tá starvsfólk eru væl uppløgd og kenna sínar uppgávur og ábyrgd, gerst tað teimum lættari og stuttligari at verða til arbeiðis við sínum starvsfeløgum.
Vit eiga altíð at hugsa um, hvussu ein kann koma við sínum íkasti til forbetringar. Politikkararnir hava uppgávuna at ganga á odda og motivera starvsfólk og íbúgvar, so hetta kann síggjast aftur í trivnaði og rakstri. Hetta vil je arbeiða fyri og ynski at verða við til at motivera starvsfólk og vágbingar, soleiðis at ogur øll kunnu verða við til at skipa Vágs Kommunu til eina betri kommunu fyri okkum øll.
Lat okkum standa saman um Vág – Felagsskapur, nýskapan og vøkstur
Arni D. Brattaberg, valevni á lista E
Facebook viðmerkingar