Góðu vágbingar
Her í Vági eru fólk vit nógvum lívsroyndum, ið eru ein ómissandi hjálp hjá yngru ættarliðum og allari familjuni. Hugsa um alla nyttuna, sum ommur og abbar gera í teimum mongu heimum, sum her eru. Skulu børnini koyrast til ymisk tiltøk ella heintast úr skúla, so eru tað oftast ommur og abbar, ið gera hetta. Nei, hetta kann ikki gerast upp í pengum.
Okur skulu ikki tosa um, at tey eldri eru hjálparleys og ein byrða fyri samfelagið. Tvørturímóti. Okur skulu tosa um tað góða langa lívið. Og hvussu okur her í kommununi kunnu gagna hvørjum øðrum.
Tað eru eisini tey, sum hava nógva vitan og royndir og sum kunnu halda alskyns fyrilestrar og livandi siga okkara søgu, so hon ikki fer fyri skeyti.
Um ein sjálvur hevur verði biðin, so hevur ein onkuntíð verði úti og lisið søgu fyri teim gomlu, og annars fortalt ymist ein hevur hoyrt um, men her eru nógv onnur fólk her í bygdini, sum átti at verði biðin um komi út til ymsikar felagsskapir og fortalt frá egnum lívsroyndum. Hetta skuldi Miðlatún gjørt meira við.
Tað sigst, at tveir triðingar av eldru íbúgvunum eru sjálvhjálpin og húsast sjálv. Har mugu tey fáa alla ta hjálp teimum tørvar.
Haraftrat skulu tey eldru sjálv taka avgerð um, hvussu leingi tey vilja vera á arbeiðsmarknaðinum. Við øðrum orðum, eru tey væl fyri, hava orku og megna eitt arbeiði, skulu tey sleppa at arbeiða so leingi tey kunnu. Tað skal loysa seg at arbeiða. Vágs kommuna hevði eina áseting, at vart tú 67 ár., so skuldi tú heim, uttan mun hvussu arbeiðsførleikin var. Tíbetur er hetta broytt.
Sum býráð mugu okur slóða fyri meiri smidligum íbúðarmynstri. Orkar tú ikki at sita í ov stórum húsum, so eigur ein hóskandi eldraíbúð at vera ein møguleiki
Noyðast eldru íbúgvar okkara á ellisheim, so má tað vera her í Vági og ikki sendast av bygdini, sum tildømis til Hvalbiar, hetta er stór skomm og vanvirðing av okkara gomlu, sum hava stríðst fyri hesa bygd og bygt hetta samfelagið.
Hetta vil listi E gera nakað við, vel tí onkran á hesum lista týsdagin, gott val øll somul.
Arnfinnur Hjelm Bjarkhamar valevni á lista E.
Facebook viðmerkingar