Tryggur ítróttur – Nýggj ráðgeving undir ÍSF

ÍSF, FSF og Betri Trygging: Øll, sum íðka í Føroyum, skulu vera trygg og trívast í sunnum og stuðlandi umhvørvum, bæði tá ið tey venja, og tá ið tey kappast. Tíverri vita vit kortini, at keðiligar støður kunnu koma fyri.

Men nýggja ráðgevingin, Tryggur ítróttur, vil hjálpa feløgum, venjarum, nevndum og íðkarum, so tey betur verða før fyri at lofta slíkum støðum.

– Í løtuni standa fólk og feløg rættiliga einsamøll, tá ið óhepnar støður taka seg upp. Tá er gott at hava tosað um hesi viðurskifti áðrenn og lagt eina ætlan. Og at hava ein óheftan ráðgeva at samstarva við, sigur Christina Ravnsfjall samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya, sum hevur verið við í arbeiðinum at fyrireika tilboðið Tryggur ítróttur.

Tveir tættir í ráðgevingini
Arbeiðið við ráðgevingini verður skipað í tveimum.

Í fyrsta lagi kunnu feløg og sambond fáa hjálp, so tey sjálvi kunnu gera sær hóskandi leiðreglur og eina tilbúgvingarætlan, og vera klár, um okkurt óheppið skuldi stungið seg upp. Øll feløg eiga at hava ein ábyrgdarpersón, ið hevur ábyrgdina av trygd og trivnaði. Tað eru jú nevndirnar, sum hava evstu ábyrgdina av at loysa slíkar trupulleikar, men tað kann vera trupult at koma í gongd.

Í øðrum lagi verður royndi ráðgevin, Ann-Britt F. Mortensen, tøk at samstarva við, um fólk ella feløg hava spurningar um ítøkilig mál – ella um tey ivast, hvat er best at gera.

Í hesum sambandi er ein heimasíða ment, sum bæði kann hjálpa feløgum at fara undir arbeiðið við trygd og trivnaði – og veita ráðgeving.

Tað eru Ítróttasamband Føroya og FSF, sum í felag hava tikið stig til ráðgevingina, við góðum stuðuli frá hinum sambondunum og Betri Trygging, sum er høvuðsstuðul.

– Endamálið við at skapa tryggleika innan ítróttin hóskar akkurát til okkara fremsta mál, sum er at skapa tryggleika í Føroyum. So tá ið vit fingu í boði at gerast samstarvsfelagi hjá Tryggum ítrótti, ivaðust vit ikki eina løtu, sigur Ingunn Eirikssdóttir, stjóri í Betri Trygging.

Ráðgeving og verkstovur
Bíleggja feløgini verkstovur, koma Ann-Britt F. Mortensen, ráðgevi, og fólk frá ÍSF at leggja lag á, so feløgini sjálv kunnu fara undir arbeiðið við trygd og trivnaði.

Hin parturin – sjálv ráðgevingin – er uttanveltað og hevur einki tilknýti til ítróttarsambondini. Til ber at senda boð ella kjatta, og einaferð um vikuna ber til at ringja. Alt er í trúnaði, og tað kann eisini vera dulnevnt, um fólk ynskja tað.

– Ein slík uttanveltað ráðgeving er altjóða krav innan fleiri ítróttagreinar, og nøkur av føroysku sambondunum hava longu vent sær til okkara. Tey vilja sleppa undir arbeiðiðið við tryggum ítróttarumhvørvum sum skjótast, sigur Katrin á Neystabø, ið er ítróttaráðgevi fyri breiddarítrótti hjá ÍSF.

Heimasíðan Tryggur ítróttur kann finnast á www.trygguritrottur.fo.

Dømi um spurningar til ráðgevingina
– Vit uppliva, at okkara sjálvbodnu venjarar fáa nógvar ákoyringar frá ágangandi foreldrum, og hetta tekur hug teirra at bjóða seg fram. Hvussu steðga vit hesum?

– Eg verði altíð so nervøs fyri at spæla, tí um eg geri eitt mistak, so skal eg sita á

Facebook viðmerkingar