Útreiðslurnar av landsstýrið og aðalráðum spola avstað

Meðan vælferðarøkið skal spara, vaksa útreiðslurnar hjá umsitingini. Heldur enn at fara eftir kjarnutænastunum, átti landsstýrið at sópað fyri egnum durum fyrst – og í besta føri latið pengarnar aftur til fólkið, sum bæði tyngjast og pínist av prísvøkstri og høgum rentum.

Tað fyrsta, ið sitandi samgonga gjørdi, var at økja aðalráðini úr 7 og upp í 9. Løgmaður segði tá, at broytingin ikki skuldi kosta fleiri almennar skattakrónur.

Tó, so hevur veruleikin víst seg at vera ein heilt annar.

Frá 2022 og til fíggjarlógaruppskotið 2025 er kostnaðurin av landsstýrinum og aðalráðunum vaksin við 32,6 mió. kr. – ein vøkstur á 26,2 %! Tað er ein miðalvøkstur á 8,08 % yvir hesi trý árini.

Hvussu ið raðfest verður, kann ein veruliga undrast á. Nógv hevur verið tosað um, at útreiðsluvøksturin hjá landinum sum heild er ov høgur. Til hesa fíggjarlógina er hann 4,9 %. Tað vil siga, at útreiðsluvøksturin av landsstýrinum er nógv hægri, enn hvat samlaðu útreiðslurnar eru.

Tó vísir tað seg ikki, at man ger nakað við tað – heldur hinvegin. Tí millum annað, so verða hesar kjarnutænastur skornar og spardar:

  • Fólkaskúlin verður skorin við 5,2 mió. kr. Staðfestast kann sostatt, at skúlin verður skorin annað árið á rað. Nakað, ið sjálvsagt fer at raka næmingarnar, ikki minst tey børn og ungu við serligum tørvi.
  • Játtanin til Taks verður skerd. Hetta fer at raka eftirlitið, samstundis sum vit hoyra um stórar mongdir av rúsevnum, ið floyma inn í landið.

Heldur átti landsstýrið at tikið í egnan barm og hildið aftur í egnum útreiðslum fyrst og fremst! At fara eftir kjarnutænastum er ikki sømiligt, tá tað ikki verður sópað fyri egnum durum fyrst.

Vit eiga at nýta almennu skattakrónurnar til vælferð og at lætta um hjá borgaranum, heldur enn at økja um umsitingina.

Beinir Johannesen
formaður Fólkafloksins

Facebook viðmerkingar