Kvinna fær nýggjar eigarar

Tóra Effersøe Mortensen og Annika Kunoy Im taka nú yvir sum eigarar av Kvinnu, og nú byrjar eitt nýtt og spennandi tíðarskeið fyri føroyska kvinnublaðið. Báðar hava arbeitt á Kvinnu í fleiri ár – Tóra sum blaðstjóri og Annika sum journalistur – og halda fram við sínum arbeiði, nú sum sjálvstøðugir eigarar.

Hesar báðar eru nakrar av kvinnunum, sum hava verið ein drívmegi á Kvinnu seinastu árini og hava við eldhuga og ágrýtni staðið fyri at skapa eitt blað, ið bæði setir dagskrá og gevur føroyskum kvinnum eina fríløtu við avbjóðandi, hugnaligum og inspirerandi innihaldi. Við teirra drúgvu royndum og fakliga hegni ætla tær at menna Kvinnu víðari við virðing fyri tí, sum hevur gjørt blaðið sermerkt.

– Vit eru spentar upp á framtíðina hjá Kvinnu og síggja hetta sum eitt natúrligt framhald, av tí sterka brandinum, sum Kvinna er. Góðska, kreativitetur og ágrýtni fara framvegis at verða kjarnin í okkara arbeiði, siga Annika og Tóra.

Ein serlig søga og eitt sterkt brand
Sansir stovnaði Kvinnu fyri 20 árum síðani, og blaðið hevur frá fyrsta degi verið eitt sterkt og vælumtókt brand. Blaðið Kvinna hevur verið ein ímynd av føroysku kvinnuni og ein miðil, ið hevur brotið tabu, flutt mørk og myndað føroyskt kjak.

– Í einari strategiskari tilgongd at menna Kvinnu og brandið enn meira, nevndi Tóra møguleikan at keypa brandið úr Sansum og stovna Kvinnu sum eina sjálvstøðuga fyritøku. Tað gjørdist skjótt greitt, at fleiri fyrimunir vóru við hesum, og tí valdu vit at taka av tilboðnum, sigur stjórin á Sansum, Tór Verland Johansen.  

– Á Sansum eru vit sera góð við Kvinnu, men vit eru samstundis vís í, at við Tóru og Anniku sum eigarar, fer Kvinna á eina nýggja og spennandi ferð, leggur hann aftrat.

Ein framtíð við víðkaðum virksemi
Hóast nýggju eigararnir ætla at føra Kvinnu inn í eitt nýtt tíðarskeið við nýggjari orku og vision, verða tær trúgvar móti kjarnuvirðunum hjá blaðnum. Tær hava eisini stórar ætlanir um at víðka virksemi hjá Kvinnu, serliga við at styrkja talgildu pallarnar, so sum heimasíðuna, sosialu miðlarnir og poddvarp. 

Umframt at styrkja Kvinnu á talgildu pallunum, fara kvinnurnar handan Kvinnu eisini at bjóða marknaðarføringsráðgeving, har tað serliga er tekstframleiðsla, innihald og strategi á sosialum miðlum, sum verður í fokus – alt fyri at geva samstarvsfeløgum enn betri møguleikar at røkka út til føroyskar kvinnur. – Hetta er ein fantastiskur møguleiki fyri okkum og Kvinnu, og vit vilja senda eina stóra tøkk til Sansir, sum í øll árini hevur sæð týdningin av leiklutinum hjá Kvinnu í føroyska samfelagnum. Nú fara vit at herja á, so Kvinna í fleiri ár aftrat kann varveita sín týðandi leiklut og menna seg til at vera nógv meira enn sterka magasinið, sum vit allar eru so góðar við, siga nýggju eigararnir.

Facebook viðmerkingar