Dansifelagið virkið aftur

Á fundi í Hvalbiar skúla 22. februar varð nýggj nevnd skipað í dansifelagnum í Suðuroyar Norðara helvt. Fundurin var góður og fundarfólkið helt, at tað hevði týdning, at lív kom aftur í felagið. Í sendingini Dansival hava vit hoyrt, at í okkara felag hava verið limir, ið hava dugað serstakliga væl at skipa dansin og fingið gott dansilag.

Nú vit byrja av nýggjum er okkara høvuðsmál at fáa lært okkum kvæði, so nøkur aftur kenna seg stinn og trygg at skipa dansin. Høvuðsmál okkara er at royna at fáa fólk í øllum aldri at koma saman at læra seg at kvøða. Øll eru hjartaliga vælkomin at dansa føroyskan dans, eisini tey, ið ikki eru so vón at dansa og kvøða. Vit byrja har, ið vit hava dansað í tveir vetrar, og tað er í skúlanum í Nesi. Vit dansa frá kl.16 til kl.17 leygardagar fram til føstan byrjar.

Í nýggju nevndina komu Nita Næs, Ruth Midjord Berg, Jens Thomsen, Dania Toftheyggj og Jens Mortan Mortensen. Eftir fundin hevði nevndin nevndarfund, har hon skipaði seg eftir lógum felagsins við Nitu sum forkvinnu, Daniu sum skrivara, Jens Mortan sum kassameistara, Ruth og Jens sum nevndarlimir. Nevndin hevur ætlanir og tær fara limirnir at hoyra meira. Ein almennur fb-bólkur verður upprættaður, har øll kunnu síggja, hvat vit fáast við. Somuleiðis gleðir nevndin seg at samarbeiða við hinum dansifeløgunum í oynni.

Facebook viðmerkingar