Slaturin hevur nú gingið heitur í nakrar mánaðir, um at Jákup hevur selt støðina og verkstaðið.
Nú kunnu vit so endiliga almannakunngera, at 1. februar 2025 letur hann fyritøkuna og bygningin í hendurnar á Kristian og Carl.
Jákup byrjaði yrkisleið sína í 1987, tá hann fór at læra til bilsmið hjá Mogens.
Í tíðarskeiðinum 1998 – 2000 flutti Jákup v. familju til Danmarkar, meðan konan fekk sær útbúgving.
Í ár 2000 arbeiddi Jákup eitt ár á Effostøðini á Tvøroyri, og í 2001 byrjaði hann aftur í arbeiði hjá Mogens.
Í 2006 boðaði Mogens frá, at hann ynskti at selja og Jákup gjørdi skjótt av og keypti fyritøkuna.
Í 18 ár hevur Jákup átt og rikið støðina og verkstaðið, og nú avgjørdi hann, at tíðin var búgvin, at lata staffettina víðari.
Kristian hevur arbeitt hjá Jákup í 17 ár.
Hann byrjaði sum arbeiðsmaður ì 2008 og fór í læru sum bilmálari í 2010, og var fyrsti lærlingur(bilmálari) hjá Jákup.
Carl hevur arbeitt hjá Jákup í 14 ár.
Hann byrjaði sum arbeiðsmaður í 2010 og fór í læru sum bilsmiður í 2011 og var fyrsti lærlingur (bilsmiður) hjá Jákup.
“Maður kemur í mans stað” verður sagt.
Framyvir verður tað so ábyrgdin hjá Kristian og Carl, at føra skútuna víðari.
Og til okkara góðu kundar!
Verkstaðið og handilin kemur at koyra víðari uppá sama hátt sum áður, og vit vóna at síggja tykkum øll aftur, skrivar Biltek á Facebook-vanganum.
Facebook viðmerkingar