
Sunnudagin, 23. februar, fyllir lærarin, skaldið og vinmaðurin, Niels Petur Nolsøe, NePtuN, 80 ár.
Niels Petur vaks upp í Vági. Her tók hann preliminerprógv í 1961.
Eftir fyrifallandi arbeiði m.a. við nýggja elverkið í Botni, fór hann á Føroya Læraraskúla í 1964. Johan Djurhuus, fyrrverandi skúlastjóri, var hann, sum eggjaði honum at fara læraraleiðina.
Á læraraskúlanum var Niels Petur sera virkin kappróðrarmaður, tá ið læraraskúlanæmingar savnaðu pengar til bátin «Tívil». Og har byrjaði hann at skriva og yrkja í næmingafelagsblaðið «Snarljós». Skjótt kom undan kavi, at maðurin hevði øgiliga góð evnir við penninum, skaldagávur sum fáur. Hetta hava okur vágbingar og landsmenn hansara seinri av sonnum sannað.
Eins og faðirin, Jens Mohr, hevur hann frá ungum árum fingist við seyð og annan fena. Í Fjallinum eigur hann mangt sporið. Hann fekk sítt lívsstarv í Vágs skúla, giftist við Hannu Jacobsen og bygdi vesturi við Gjógvará. Børnini eru Bjartur, Rúni og Rakul.
Tað fyrsta, jeg minnist til Niels Petur sum ungling, var tann flotta súkklan við gearum og øllum modernaðum snildum, sum hann átti.
Seinri bleyv tað til eina líka so flotta knallert…
Miðskeiðis í 1990 árunum krossaðust okra vegir – tá ið okur fluttu til Vágs.
Tá fekk jeg heiðurin at sleppa uppí «skemtaraliðið». Hann, Robert McBirnie og Petur Dahl Nolsøe høvdu í áravís undirhildið við skemtiligum og rámandi tilfari um gerandisóhapp í Vági og mál, sum vóru frammi um tað mundið.
Veðragildini í Vágs Klubba og nýggjársveitslurnar vóru víðagitin.
Tiltikin er tátturin um eina miseydnaða nátaveiðuferð:
Landnyrðingur skolar – yvir flúr og molar.
Hetta var tað ringasta – og ikki nemt.
Skiparin funderar – nú hann risikerar
Aftur einaferð at koma í veðraskemt.
Eitt, tvey, trý, stimar Titanic…
Tá ið fólk og grannaløg fóru at hava bál og veitslur heima við hús, endaðu nýggjársveitslurnar nøkur ár í Stóra Pakkhúsi.
Síðani komu árligu Damu- og harraborðhaldini…
Flestu bygdir í landinum hava bygdarsang. Uttan at taka munnin ov fullan, so má sigast, at ”Heimbygdin Vágur” man vera ein tann vakrasti, sum okur eiga! (Pabba – Palli í Tøðuni – segði á sinni, at skuldu okur hava ein nýggjan bygdarsang, so mátti hann koma frá NePtuN) Nú dugir hvørt mansbarn í Vági sangin uttanat.
Sangurin til Vágs Kappróðrarfelag og VB-sangurin eru millum bestu ítróttasangir í landinum. At okra lokali sangari og tónasmiður, Hans Jacob Hjelm, sera hegnisliga hevur smíðað løgini, ger ikki verri!
Útvarpið og Robert fingu mangan góðan táttin frá NePtuN, tá ið undirhaldssendingar skuldu gerast. Hvør minnist ikki táttin um reyða kuffertið…

Tvey yrkingasøvn hevur hann latið úr hondum: Smátúgvur og Um heimlig tún. Men, tað er bara ein lítil partur av øllum tí, sum hann hevur yrkt. Veitslu- og hátíðarsangir til merkisdagar, føðingardagar, brúdleyp osfrv. Tað mugu vera fá hús í Vági, sum ikki hava fingið ein sang úr hansara hondum.
Og tað er ikki fyri vinning, men av hjarta!
Hann var í Íslandi við Lions í 2010. Tá fekk hann kvøðuna til Íslands prentaða á føroyskum í Morgunblaðnum. Og tað er ikki hvønndags-kostur í Íslandi! Morgunblaðið prentaði tá ikki orð á «útlendskum»:
…Móti himni har jøklar seg hevja,
eldgoseldar – og gløðandi grót
gjøgnum líðirnar rennur sum sevja,
flógvar keldur um gangandi fót.
Alskurin til føroysku natúruna og alt skaparverkið kemur neyvan nakrastaðni vakrari fram enn í yrkingini um Rysjudal, sum Hans Jacob Hjelm eisini hevur sett vakurt lag til.
Hann hevur týtt hópin av sálmum og sangum úr íslendskum og øðrum málum. Okur í «Kirkjukórinum Ljómi» hava honum nógv fyri at takka fyri! Altíð hevur hann verið fúsur at hjálpa, tá ið ein góður sálmur ella sangur skuldi yrkjast ella týðast til føroyskt. Systkinabarn hansara, Jóannes Nolsøe, sáli, tók í 2020 – tá ið hann fylti 75 ár – stig til heiðursløtuna í Vágs kirkju, sum takk fyri stuðulin, sum hann gjøgnum árini hevði veitt honum og kórinum
Morgunstund í gulli gylt –
morgunroðin myndar Harrans veldi.
Fuglahjarta gleðifylt
loftar sær í morgunsólareldi.
Ein av vakrastu sálmunum á fløguni, sum Kirkjukórið Ljómur gav út, er ein frálík týðing:
Handan firru fjallarøðir
síðsti sólargeislin gløðir,
kámast so í høv.
Fram á himnahvávið trínur
Ótald stjørnufjøld, ið skínur
yvir dagsins grøv.
Tá ið Ljómur saman við kórinum í Langenæs kirkjuni í Aarhus sang páskaoratoriið «På vinger af håb» – eftir Lisbeth Smedegaard Andersen og Erling Lindgren, hevði Niels Petur týtt felagssálmarnar:
Tað suðið, eg hoyrdi av veingjum í nátt,
av fuglum á leið móti norð.
Tað ber várboð um páskir við sirmi og sól,
og køvir øll vetursins spor.
Hann hevur eisini sungið við kórinum hjá Frelsunarherinum »Orðið á borðið». Har eigur hann eisini onkran góðan sang.
Í meira enn hálvthundrað ár hevur Niels Petur sungið við gravsangarunum í Vági. (Síðan Mortan hjá Kristini, gubbi hansara, fór til gravar í 1970)
Tá ið Vágs kommuna í 2021 helt Ljósfest – el-verkið í Botni fylti 100 ár – fekk Niels Petur saman við Robert McBirnie og Poul Andreasen – sum allir tríggir eru vágbingar við stóra V – væl uppiborna heiðursgávu, sum takk fyri hansara íkast á mentanarpallinum í Vági. Her er hann avmyndaður við gávuni og konu síni, Sólvu av Sandi, hárfríðkanarkonu, sum hann giftist við í tilkomnum árum.

Okur hava ofta staðið á undirhaldspalli báðir – í VB-húsinum, í Stóra Pakkhúsi – og nú hesi seinastu árini m.a. í SALT við onkrum skemtiligum tátti. Enn sum fyrr hevur hann gávurnar at síggja fólksliga skemtið og speisemið í «gerandisóhappunum». Og hann hevur heldur ikki lagt fingrarnar ímillum, tá ið ræður um táttar við biti í.

Hetta seinasta hálva árið hevur tú verið illa sjúkur. Vónandi kemur tú fyri tjeg aftur, nú várið fer at nærkast… tíðin rópar eftir satiru.
Takk fyri nógvar ríkar løtur, góði vinurin – báði í gaman og álvara.
Og hjartaliga til lukku við teimum 80 árunum.
Arnfinnur Thomassen
Facebook viðmerkingar