
Tað hevur verið ein ómetaligur heiður og framíhjárættur at starvast sum uttanríkis- og vinnumálaráðharri, og at hava umboðað Tjóðveldi og tjóðina og í landsstýrinum.
Eg takki hjartaliga fyri álitið frá flokki, løgmanni, tingfólki og samstarvsflokkunum – og fyri tað burturúr góða samstarv og vinarlag í stjórnini.
Vit eiga upp í leypar av dugnaligum og hugbjørtum fólki í landinum og í flokkinum. Nú senda vit bestu kvøður og lukkuynski til Sirið, Jóhann og Eirik – og fara at veita allan stuðul og styrk til arbeiðið í landsstýri, samgongu og á tingi. Og tað fer at ganga væl.
Eri eyðmjúkur um og errin av at hava starvast við so dugnaligum og avriksfremjandi fólki í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum – sum í leingi ósæddum byltingartíðum, úti sum heima, hava á høgum fakligum og altjóða støði flutt samfelagið og tjóðina stór lop framá.
Eitt nú hava vit einmælt fingið samtykt føroyskan tjóðartrygdarpolitikk og arktiskan politikk, gjørt semjur um verjumál í nýbrótandi samstarvi í Uttanlandsnevnd Løgtingsins, undirskrivað samstarvsavtalu við ES, framt egin revisitiltøk, ið eru minst á hædd við grannalondini, eru um reppið at undirskriva heilsufrøðiligar avtalur og protokollir við Kina og Brasil, hava latið sendistovu upp í Washington og mangt annað. Og ikki minst hava vit – hóast ikki sjálvstøðug tjóð enn – vunnið okkum beinleiðis samskifti uttanríkispolitikki og sita við borðið saman við okkara grannalondum og í NATO í trygdar- og verjumálum, tá um Norðuratlantshav og Arktis ræður. Politikkurin hevur verið: “Onki um okkum, uttan um okkum”.
Í vinnumálum hava vit fingið m.a. tvørpolitiskar semjur um leingi óloyst mál: Gjøld frá alivinnuni, burðardygga, ferðavinnu, príseftirlit, at yvirtaka vitaverkið og sjórættin, nettrygdarátøkini og vónandi nú eisini um nýggjan landbúnaðarpolitikk, matvørumenning og yvirtøkuna av loftrúminum, ið er avtalað við donsku stjórnina. Hartil fegnist eg um átøkini við filsmvinnu, tónleikavinnu og nú betri fíggingarmøguleikar til smærri og miðalstórar fyritøkur.
Eg takki politisku flokkunum og serliga sambandsflokkinum í andstøðu fyri gott samstarv og ábyrgd.
Hendan stjórnin og samgongan hevur – í mun til tað almennu miðlamyndina – framt ómetaliga stór avrik í truplum tíðum og fylgt sínum samgonguskjali framúr væl. Ja, tað mesta, ið eg veit um yvirhøvur.
Nógv er eftir at fremja – og ikki minst er søguligur møguleiki at føroyingar nú loksins gerast sjálvstøðug tjóð í heiminum.
Hetta fara vit at eisini at megna at loysa saman, og eg gleði meg at halda fram við arbeiðinum á Føroya løgtingi.
Í hesum tíðum, har kríggj, grammleiki, happing, valdsreinging, yvirvaldsframferð, kúging og fíggindagerð av minnilutum og fíggjarligt og vápnavald mynda heimin og heimliga orðaskiftið millum fólk, fari eg at ynskja flokki og tjóð og heimsins fólki betri og blíðari byr við orðunum hjá Mikkjali á Ryggi:
Um tú vilt gleði vinna.
lít ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
Har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa,
tey mjúku troystarorð.
Høgni Hoydal
Facebook viðmerkingar