
Tórsdagin 13. mars verður 1. viðgerð í Løgtinginum av uppskotinum um projektering og útbjóðing av Suðuroyartunlinum.
Endamálið við lógaruppskotinum, sum verður viðgjørt í dag, er at samtykkja at farast skal víðari við ætlaniniat byggja Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils-og vegakervum.
Við hesum uppskotinum verður tó ikki endaliga samtykt at fremja verkætlanina. Hetta verður avgjørt seinni við eini serstakari løgtingslóg, eftir at verkætlanin er liðugt fyrireikað og prosjekterað og at tilboðini eru innkomin, og neyvari greiða er fingin á,hvør kostnaðurin gerst av tunlinum.
Tingfundurin byrjar kl. 10 og málið um Suðuroyartunnilin er næst á skránni.
Facebook viðmerkingar