
Í viku 18 verður skermfrí vika í Hvalbiar sókn aftur á triðja sinni.
Endamálið við vikuni er at vit leggja skermarnar frá okkum.
Tankin er so at vit eru saman á ein øðrvísi hátt, uttan at verða avbrotin og forstýraði. Hugsanin er eisini at foreldur kunnu siga við síni børn: ,,far út og spæl‟ eins og ein gjørdi í gomlum døgum, tí um skermarnir ikki eru ein møguleiki og øll siga tað sama, so eru sannlíkindini stór fyri at tey finna onkran at spæla við, um tey fara út.
Fyri at hetta skal blíva ein lættari tilgongd, hava vit skipa fyri felags tiltøkum hvønn dag, í eina viku. Hetta fyri at leggja lag á fría spælið og fyri at koma við hugskotum um hvat ein gjørdi, áðrenn skermarnir fóru at fylla ov nógv.
Nøkur afturvendandi tiltøk eru, so sum væl móttikna postarenning, langbóltur við plenuna, hagatúrur og at enda verður við felags útisunnudagsskúla.
Undirtøkan og uppmøtingin og hjálpin til fyriskipaðu tiltøkini hevur verið góð, so tí halda vit tað verða stuttligt og hugaligt at halda á.
Vónandi verður tikið væl ímóti aftur í ár og kanska vit fáa lokka onnur at verða við at sløkkja skermarnar kring alt landið.
Facebook viðmerkingar