Løn undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya

Hetta er eitt gott mál fyri vælferðartænasturnar í Føroyum – og eisini eitt gott mál fyri Heilsuskúla Føroya.

Samgongan framt eitt lønarlyft, sum serliga hevur verið málrættað til starvsfólk innan vælferðartænasturnar – og samstundis er eisini framd ein skattaumskipan, sum serliga gevur miðalløntum og lágløntum ein lætta.

Lønarlyftið og skattalættin hava eisini ført við sær, at tað loysir seg betri at taka eyka vaktir og flyta seg frá niðursettari arbeiðstíð tættari uppá fulla arbeiðstíð – og frættist eisini í økinum, at tað eru fleiri, sum eru farin at arbeiða meiri eftir lønarlyftið og skattaumskipanina.

Hetta er eisini neyðugt, sum ein liður í at loysa tørvin á starvsfólkum innan økið.

Men hesi átøk megna ikki einsamøll at nøkta tørvin, sum er á starvsfólki innan vælferðartænasturnar – og serliga átrokandi er at fáa fleiri at fara undir útbúgving innan heilsu- og vælferðarøkið.

Og er tað eisini tað, sum hetta uppskotið um Løn undir útbúgving og útbúgvingarlongd fevnir um.

Løn undir útbúgving er ein liður í at fáa fleiri at fara undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya – til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.

Mentanarnevndin í Løgtinginum er samd, nú málið fer til 2. viðgerð í Løgtinginum og væntandi verður samtykt í Løgtinginum eftir páskir.

Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar