
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til EM í Open Water 2025, sum verður í Stari Grad í Kroatia hin 28. til 31. mai 2025:
- Jonna Joensen (2005, Ægir)
- Sissal R. Ellendersen (2010, SuSvim)
- Rebekka Róðinsdóttir (2007, FS)
- Líggjas Joensen (2008, Ægir)
- Silas Dam Lindberg (2008, HS)
- Bárður Ólavsson (2008, Ægir)
Úttøkan er treytað av, at svimjararnir luttaka í teimum fyrireikingum sum SSF skipar fyri, og fráboða um møguligan skaða ella annan darv, sum lýst í reglugerð SSF fyri úttøku og kravtíðir:
Eitt krav er til dømis, at gjøgnumføra antidopingskeið frá Anti Doping Danmark ella WADA, um viðkomandi ikki longu hevur galdandi prógv:
- “Antidoping 1 – for idrætsudøvere” hjá Anti Doping Danmark
- “International-Level Athletes Education Program (English)” hjá WADA
Svimjararnir skulu vátta í seinasta lagið mikudagin 30. apríl, um teir ynskja at taka av hesari úttøku.
Ferðaleiðari verður Annika J. Olsen og venjari Rókur í Jákupsstovu
Facebook viðmerkingar