
Landsbankin hevur kl. 10 í morgun sent miðlunum tíðindaskriv undir yvirskriftini “Avbjóðingar í stórum verkætlanum – strategisk misrepresentatión” – og ákærir Landsbankin samstundis Løgmansskrivstovuni og Løgmanni fyri, at man “í hesum føri pellar tilvitað fyri at fáa verkætlanina (Suðuroyartunnilin) samtykta”.
Grovu ákærurnar vísa til:
- at kostnaðarmetingina av Suðuroyartunlinum tilvitað er ov lág
- og vísa til miðalkostnaðin av Smyril (rakstur, viðlíkahald, dokkingar og nýggjar Smyrlar) í 30 ára tíðarskeiðinum frá 2035 og fram tilvitað eru settar ov høgt.
Ein og hvør kann inni á heimasíðuni hjá Løgtinginum lesa uppskotið um Suðuroyartunnilin og um fíggingarleist, sum liggur sum fylgiskjal 11 “Fíggingarleistur – Suðuroyartunnilin” í løgtingsmálinum (leinkjan er niðanfyri – og skjølini eru á høgra bredda undir “Upprunauppskot”).
Fíggingarleisturin er gjørdur av einum arbeiðsbólki (og eg endurgevi): “við umboðum frá Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðnum, Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Landsbankanum og P/F Suðuroyartunlinum (sum) hevur staðið fyri arbeiðinum at finna ein fíggingarleist. Arbeiðið hevur verið undir leiðslu av løgmansstjóranum, aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum og aðalstjóranum í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
Øll hesi verða av Landsbankanum ákærd fyri tilvitað at pella fyri Føroyafólki !
Hvat handla ákærurnar hjá Landsbankanum um?
Í skjalinum “Fíggingarleistur – Suðuroyartunnilin” verður greitt frá, at talan er um eina kostnaðarmeting av Suðuroyartunlinum og atknýttum verkætlanum. Ein partur av skjalinum viðgerð “Óvissur um kostnaðarmetingina” – og sagt verður beinleiðis (og eg endurgevi) “Givið er, at ein neyv kostnaðarmeting ikki fæst, fyrr enn verkætlanin er projekterað, boðin út og tilboðini eru komin inn.”
Ongastaðni stendur tað, at tað í skjalinum er ein 100% neyvur kostnaður av Suðuroyartunlinum í skjalinum.
Hetta kunnu øll við áhuga lesa.
Øll við áhuga kunnu eisini lesa, at tað er Strandfaraskip Landsins, sum er fakstovnurin hjá landinum, tá umræður raksturin av Smyrli á Suðuroyarleiðini, sum hevur gjørt metingina av miðalkostnaðin av Smyril (rakstur, viðlíkahald, dokkingar og nýggjar Smyrlar) í 30 ára tíðarskeiðinum frá 2035. Hetta er viðgjørt í partinum “3.4 Kostnaðarmeting fyri framhaldandi sjóvegis farleið” – og innleiðandi verður skrivað:
“Arbeiðsbólkurin hevur brúkt kostnaðarmetingar frá Strandfaraskipum landsins, sum umsitur verandi sjóvegis farleið um Suðuroyarfjørð til at vísa, hvørja ávirkan verkætlanin kann hava á fíggjarlógina, um farleiðin verður niðurløgd.”
Hvønn annan enn fakstovnin hjá Landinum skuldi arbeiðsbólkurin brúkt?
Landsbankin vísir til hoyringsskriv frá Fíggjarmálaráðnum í tí stendur:
“Tørvur er á at kanna, hvussu verandi farleið til Suðuroyar kann rekast skynsamari og effektivari, undir hesum at tillaga prísbygnað og rakstur og at skilja farmaflutning og ferðafólkaflutning at, serliga um verkætlanin við Suðuroyartunlinum kemur í drag. Fíggjarmálaráðið hevur eisini áður víst á, at roknaði miðal kostnaðurin av farleiðini í uppskotinum eigur at vera uml. 130 mió.kr.”
Spurningurin er so hvussu hetta skal tulkast?
Ómetaliga grovar ákærur frá Landsbankanum á stóran part av miðfyrisitingini
Landsbankin er í dag í øllum miðlum í landinum endurgivin fyri at ákæra løgmann fyri at pella fyri Føroyafólki – í veruleikanum ein ákæra um, at arbeiðsbólkurin, sum hevur verið mannaður av: Løgmansskrivstovuni, Fíggjarmálaráðnum, Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum, Landsbankanum og P/F Suðuroyartunlinum, og løgmansstjóranum, aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum og aðalstjóranum í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum pellar fyri Føroyafólki.
Hetta eru ómetaliga grovar ákærur!
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar