Vikuskiftið 6. og 7. oktober verður stórt LEIKALAND í Páls Høll og Marghøllini. LEIKALANDIÐ bjóðar spæl og undirhald til børn, ung og vaksin, sum kunnu stuttleika og hugna sær í Páls Høll og Marghøllini.
Í LEIKALANDI verða stórar hoppiborgir og forðabreytir settar upp í Páls Høll og í Marghøllini. Í Páls Høll er eisini møguleiki fyri svimjing, hitapotti, sauna, gosbað os.fr. Meðan tað í Marghøllini ber til at klatra og brúka hentleikarnar í høllini annars.
Í samband við tiltakið verður eisini filipinsk buffet í Marghøllini, har tað eisini verður møguleiki at keypa belgiskar vaflur og kaffi, popkorn og drekka afturvið.
Tiltakið verður leygardagin 6. oktober og sunnudagin 7. oktober frá kl. 10 til kl. 18.
Tilber at keypa dags-pass fyri 100 kr. ella vikuskiftispass fyri 175 kr. Passini geva atgongd til bæði Páls Høll og Marghøllina.
Børn undir 3 ár ókeypis saman við vaksnum.
Facebook viðmerkingar