§52a-fyrispurningur til Henrik Old, landsstýrismann
– Nær ætlar samgongan at fara undir tunnilsgerð til Fámjins og hvussu langt eru fyrireikingarnar komnar?
– Verður tunnil til Fámjins gjørdur, áðrenn farið verður undir Dals-tunnilin?
– Hvussu nógv kostar tað at gera tunnil til Fámjins?
– Hvussu nógvur peningur – ætlar landsstýrismaðurin – skal setast av á fíggjarlógini fyri 2019 til Fámjinstunnilin?
Tað hevur ligið í kortunum, at landsstýrismaðurin skal fara undir at gera tunnil til Fámjins í næstum. Nakað av orðaskifti hevur verið um, hvør tunnil skal gerast fyrst, tann til Fámjins ella til Dals. Landsstýrismaðurin hevur víst á, at útgerð til boritoymið er komin til Suðuroyar, og at alt annars er fyrireikað til gerð av Fámjins-tunlinum. Eisini hevur verið upp á tal at bjóða út Fámjins-tunnilin saman við Hvalbiar-tunlinum í einari verkætlan. Men nú hoyrist, at kinkur er komin í og at samgongan er samd um, at tunnil til Dals skal gerast fyrst.
Hetta eru ring tíðindi fyri fólkið í Fámjin. Fámjin er enn ein av teimum bygdunum í Føroyum, har lív er lagað, tí fólkatalið framvegis er á einum støði, har til ber at halda fast um bygdalívið. Men slóknar vónin um ein tunnil til Fámjins nú, er stórur vandi fyri, at Fámjin eins og aðrar smærri bygdir, fer at minka niður í onki. Foreldur við skúlabørnum góðtaka ikki longur vandafullu farleiðina eftir smølu fjallavegunum. Tey taka avleiðingarnar og flyta úr bygdini til støð, har børnini kunnu ferðast trygt í skúla á hávetri.
Landsstýrismaðurin og samgongan hava stóra ábyrgd at tryggja, at tunnil til Fámjins verður gjørdur sum skjótast fyri at tryggja bygdini grundleggjandi livilíkindi. Nútíðin krevur tað og fólk á bygd ynskja eisini at vera partur av dynamiska og framburðsríka samfelagnum Føroyar.
Bill Justinussen
Facebook viðmerkingar