Ein av spennandi og fløguaktuellu tónleikabólkunum Blátt Gras verður í ár at hoyra á Dansibandsfestivalinum.
Hetta er fyrstu ferð, at Blátt Gras, sum eru kendir fyri góðan fólka-, country-, og bluestónleik, spæla á Dansibandsfestivalinum – og vit gleða okkum !
Tónarnir hjá Blátt Grass eru nógv at hoyra í føroysku útvarpsrásunum við løgum sum t.d., ”We are travelling”, ”Sangur til sonin” og ”Tokið”. Í 2015 vann lagið „There is room at the table“, FMA tónleikavirðisløn sum „ársins sangur“ innan fólka-, country- og blues tónleik.
Eyðkendi stílurin hjá bólkinum er ávirkaður av ”bluegrass”, sum er tónleikur ið upprunaliga kemur úr amerikansku suðurstatunum Serliga er tað akkustiska ljóðmyndin og harmoniirnar við fleiri røddum. Teirra framførðslur eru ofta lættar og merktar av spæligleði.
Bólkurin hevur givið tvær fløgur út. Fyrra kom út á heysti 2014 og kallast ”Ávegis”. Hin seinna kom út á heysti 2018 og kallast ”Framvegis”.
Teir ið manna bólkin Blátt Gras eru Ragnar Joensen, Johan Mikkelsen, Terje Johannesen, Jarnhold Nattestad og Richard Johansen. Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.
Dansibandsfestivalurin í Vági er í døgunum 3. til 4. mai 2019.
Facebook viðmerkingar