Ársins leiðarar 2019 kosnir

Fyri løtu síðani vóru Ársins Leiðarar 2019 kosnir á Hotel Føroyum. Hetta er 15’anda árið á rað, at Ársins Leiðarar verða kosnir í Føroyum. 

Synergi skipar fyri Leiðaradegnum.

Ársins Leiðari er tignarligasti heiðurin, ið verður latin føroyskum leiðarum. Øll kunnu tilnevna kandidatar til heiðurin, ein dómsnevnd tekur endaligu avgerðina. 

Dómsnevndin, sum velur Ársins leiðarar

Í dómsnevndini fyri 2019 sita Christian Nagata, Sendistovan, Guðrið Højgaard, Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, Fróðskaparsetur Føroya.


Soleiðis sigur dómsnevndin um Ársins Leiðarar 2019:

Ársins privati leiðari Árni Ellefsen, stjóri, BankNordik

Ársins leiðari í privata geiranum hevur bæði klassiskar og nútímans leiðslueginleikar. Hann tók við starvinum í einum, nakað meldurkendum, tíðarskeiði fyritøkan var í, og vendi gongdini  til eitt munagott yvirskot upp á stutta tíð. Fyritøkan er í dag nútímansgjørd og væl bjálvað fíggjarliga.

Hesin leiðarin er menniskjaligur, eyðmjúkur og megnar samskifti við einstaklingin, eins væl og stóra hópin av starvsfólki.  Fyrikomandi og spakliga lyndi hansara, samantvinnað við professionalismu, tign og týðiligan leiðslustíl, hevur við sær, at hann fær tað besta fram í sínum starvsfólki fakliga, eins væl og í mun til samstarv. Hetta hevur við sær, at fyritøkan undir hansara leiðslu hevur flutt seg fram á leið. Fyritøkan hevur høgan sosialan kapital, har starvsfólk trívast.

Ársins almenni leiðari Hedvig Johansdóttir, stjóri, Dugni:

Hesin leiðarin megnar, saman við starvsfólki sínum, at venda dapurskygni og avmakt, til áræði og sjálvsálit hjá viðskiftafólki sínum. Viðkomandi gongur undan og gevur dagliga viðskiftafólki førleikar, trúgv upp á egnan mátt innan skúlagongd og á arbeiðsmarknaðinum. Hennara miðvísa og ótroyttiliga arbeiði er samantvinnað við trúgv upp á menningarmøguleikar í einstaklinginum. Tað hevur havt við sær, at vit í Føroyum eru kend, út um landoddarnar, fyri at bjóða eitt fjøltáttað skúla- og arbeiðstilboð til okkara borgarar, sum ikki megna eitt tíðarskeið í lívinum.

Ársins almenni leiðari fær  ymisk endurmenningarátøk og vard arbeiðspláss at spretta og blóma, har hon hegnisliga leiðir. Í endurnýtsluhandlunum hitta vit fyrikomandi starvsfólk, sum eru áleiðis, ella komin á mál, í einari empowerment- og rehabiliteringsgongd.

Ikki er gjørt ov nógv av, tá ið vit siga, at langtíðarávirkan av hennara innovativa hugsunarhátti hevur verið við til at gjørt, at í Føroyum er vorðið “trendy” við endurnýtslu og at hugsa burðardygt.

Í uppskoti at gerast Ársins Leiðari 2019 vóru:

Ársins almenni leiðari | Topp 3 (í stavrað):

Dennis Holm, Vágs kommuna

Hedvig Johannsdóttir, Dugni

Joel undir Leitinum, Posta

Ársins privati leiðari | Topp 3 (í stavrað):

Árni Ellefsen, BankNordik

Árni Jakobsen, SMJ

Jonhard Mikkelsen, Sprotin




Facebook viðmerkingar