Orgulkonsert í Tvøroyrar kirkju mánakvøldið


Mánadagin 22. juli kl. 20 verður fer Agnieszka Kosmecka úr Polen at spæla orgul í Tvøroyrar kirkju.

Kosmecka er úr Poznan í Polen og er útbúgvin urguleikari frá Jam Paderewsky akademiinu í Poznan. Hon hevur eisini studera á Kgl. Danska musikkonservatoriinum hjá kenda danska orgullæraranum Bine Bryndorf.

Agnieszka fer at spæla pólskan, danskan og týskan tónleik. Eisini fer hon at spæla nýggja tónleikaverkið Danse Grotesque fyri orgul, sum unga føroyska tónaskaldið Eli Tausen Á Lava, hevur skrivað. Verkið var frumframført í Lund í vár og verður nú fyri fyrstu ferð framført í Føroyum.

Vælkomin til eina áhugaverda konsert í Tvøroyra kirkju.

Facebook viðmerkingar