{"id":1705,"date":"2017-12-30T22:00:45","date_gmt":"2017-12-30T22:00:45","guid":{"rendered":"http:\/\/sudurras.fo\/?p=1705"},"modified":"2017-12-30T22:00:45","modified_gmt":"2017-12-30T22:00:45","slug":"2018-verdur-ar-fyri-malmenning-hja-bornum","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=1705","title":{"rendered":"2018 ver\u00f0ur &#8220;\u00c1r fyri m\u00e1lmenning hj\u00e1 b\u00f8rnum&#8221;"},"content":{"rendered":"<p>\u00cd 2018 ver\u00f0ur m\u00e1lmenningin hj\u00e1 okkara b\u00f8rnum sett \u00ed mi\u00f0depilin.<\/p>\n<p><!--more--><\/p>\n<p>Endam\u00e1li\u00f0 er at \u00f8kja um tilviti\u00f0 hj\u00e1 \u00f8llum, sum eru um sm\u00e6stu b\u00f8rnini.<\/p>\n<p>\u00d8ll b\u00f8rn eru f\u00f8dd vi\u00f0 evnunum at l\u00e6ra m\u00e1l, men fortreytin er, at hesi evni ver\u00f0a aktivera\u00f0 og ment. Og ta\u00f0 ver\u00f0a tey bert, um vit vaksnu eru tilvita\u00f0 um okkara t\u00fd\u00f0andi leiklut \u00ed m\u00e1lmenningini hj\u00e1 b\u00f8rnunum, og at vit \u00e1haldandi seta or\u00f0 \u00e1 lutir og ger\u00f0ir, og ta\u00f0, sum annars fyriferst \u00ed gerandisdegnum.<\/p>\n<p>Regluliga hava vit seinastu \u00e1rini hoyrt b\u00e6\u00f0i n\u00e1msfr\u00f8\u00f0ingar og l\u00e6rarar r\u00f3pa varsk\u00f3, t\u00ed or\u00f0feingi\u00f0 hj\u00e1 b\u00f8rnunum er skj\u00f3tt og st\u00f8\u00f0ugt minkandi. Vanlig or\u00f0 hv\u00f8rva, m\u00e1lfatanin t\u00f3dnar og enskt trokar f\u00f8royskt burtur.<\/p>\n<p>Seinastu \u00e1rini er dagliga samveran &#8211; og samr\u00f8\u00f0an &#8211; millum okkum menniskju n\u00f3gv broytt. Serliga t\u00ed skermar eru vor\u00f0nir ein nat\u00farligur partur av gerandisdegnum hj\u00e1 b\u00e6\u00f0i b\u00f8rnum og vaksnum. Ta\u00f0 hevur s\u00ednar fyrimunir \u2013 men ta\u00f0 hevur eisini s\u00ednar fylgjur.<\/p>\n<p>At varpa lj\u00f3s \u00e1 m\u00e1lmenningina hj\u00e1 b\u00f8rnunum er ein roynd gera naka\u00f0 vi\u00f0 hesar fylgjurnar og \u00f8kja um tilviti\u00f0, heldur enn bara at lata standa til.<\/p>\n<p>Hartil eru st\u00f8\u00f0ugt fleiri fleirm\u00e6lt b\u00f8rn \u00ed F\u00f8royum, sum hava trupulleikar vi\u00f0 f\u00f8royskum. Eisini fyri tey er ta\u00f0 ein grei\u00f0ur fyrimunur, at vit varpa lj\u00f3s \u00e1 m\u00e1lmenningina og t\u00e6r m\u00e1lsligu og mentanarligu avbj\u00f3\u00f0ingar, sum fleirm\u00e6lt b\u00f8rn kunnu hava.<\/p>\n<p>Men m\u00e1lmenning sn\u00fdr seg ikki bara um tala\u00f0 m\u00e1l. Eisini eru mong b\u00f8rn, i\u00f0 n\u00fdta a\u00f0rar samskiftish\u00e6ttir, so sum teknm\u00e1l, myndir ella teldu.<\/p>\n<p>\u00bb\u00c1ri\u00f0 fyri m\u00e1lmenning hj\u00e1 b\u00f8rnum\u00ab er eisini eitt upplagt h\u00f8vi at varpa lj\u00f3s \u00e1 hesar samskiftish\u00e6ttir og t\u00fddningin av at kunna samskifta, h\u00f3ast t\u00fa ikki f\u00e6rt tosa\u00f0.<\/p>\n<p>Og hyggja vit at t\u00ed st\u00f3ru myndini eru m\u00e1lfatan og m\u00e1lf\u00f8rleiki grundarlagi\u00f0 undir sj\u00e1lvum f\u00f3lkar\u00e6\u00f0inum. Okkum t\u00f8rvar g\u00f3\u00f0an m\u00e1lf\u00f8rleika, t\u00e1 vit skulu kjakast, hugsa kritiskt og taka lut \u00ed f\u00f3lkar\u00e6\u00f0inum.<\/p>\n<p>\u00c1ri\u00f0 er \u00e6tla\u00f0 sum ein \u00fatr\u00e6tt hond og ein stu\u00f0ul til \u00f8ll, sum eru um b\u00f8rnini, og \u00e1ri\u00f0 skal eisini heysta fleiri \u00edt\u00f8kilig ambo\u00f0 til at menna b\u00f8rnini m\u00e1lsliga vi\u00f0 sp\u00e6li, s\u00f8gum, sangi og stuttleika.<\/p>\n<p>T\u00ed ver\u00f0ur slagor\u00f0i\u00f0 fyri \u00e1ri\u00f0 \u00bbSp\u00e6la, m\u00e6la, tala\u00ab. Hetta er ein l\u00fdsing av stigunum, sum eru \u00ed m\u00e1lmenningini hj\u00e1 b\u00f8rnum, har sp\u00e6l er grundarlagi\u00f0, s\u00ed\u00f0ani koma lj\u00f3\u00f0 og einst\u00f8k or\u00f0, \u00e1\u00f0renn tey fara at tosa og tala.<\/p>\n<p>Mentam\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 hevur longu sett tilt\u00f8k \u00ed verk \u2013 millum anna\u00f0 hava fleiri ymiskar verk\u00e6tlanir, sum stimbra m\u00e1lmenningina hj\u00e1 b\u00f8rnum, fingi\u00f0 j\u00e1ttan av upph\u00e6ddini til b\u00f8rn og ung. Hesar verk\u00e6tlanir ver\u00f0a \u00e6tlandi lidnar \u00ed 2018 og 2019 \u2013 og \u00ed 2018 ver\u00f0a pengarnir til b\u00f8rn og ung somulei\u00f0is aftur latnir verk\u00e6tlanum, sum sn\u00fagva seg um m\u00e1lmenning.<\/p>\n<p>Landsst\u00fdriskvinnan \u00ed mentam\u00e1lum hevur somulei\u00f0is kunngj\u00f8rt, at Barnasangb\u00f3k F\u00f8roya skal latast \u00f8llum n\u00fdf\u00f8\u00f0ingum \u00ed v\u00f8ggug\u00e1vu, so tey sm\u00e6stu kunnu f\u00e1a m\u00f3\u00f0urm\u00e1li\u00f0 sungi\u00f0 inn vi\u00f0 m\u00f3\u00f0urmj\u00f3lkini. Arbei\u00f0i\u00f0 vi\u00f0 at gera sangb\u00f3kina byrjar longu \u00ed januar.<\/p>\n<p>Ta\u00f0 ver\u00f0ur Mentam\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0, sum fer at samskipa \u00e1ri\u00f0 fyri m\u00e1lmenning hj\u00e1 b\u00f8rnum, men eisini Heilsu- og innlendism\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0, Almannam\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 og Uttanr\u00edkis- og vinnum\u00e1lar\u00e1\u00f0i\u00f0 hava undirstovnar, sum beinlei\u00f0is nerta vi\u00f0 \u00f8ki\u00f0. Tey fara t\u00ed eisini at hava ein aktivan leiklut.<\/p>\n<p>V\u00f3nandi taka allir f\u00f8royingar v\u00e6l undir vi\u00f0 \u00bb\u00c1rinum fyri m\u00e1lmenning hj\u00e1 b\u00f8rnum\u00ab, og v\u00f3nandi fara stovnar, fel\u00f8g, felagsskapir og onnur at hj\u00e1lpa okkum vi\u00f0 at taka l\u00f3gvatak um m\u00e1lmenningina og at vera virkin hv\u00f8r \u00e1 s\u00ednum \u00f8ki fyri at stimbra okkara sm\u00e6stu.<\/p>\n<p>Okkara l\u00edtla og vi\u00f0brekna m\u00e1l er j\u00fa grundarlagi\u00f0 undir allari okkara r\u00edku mentan. T\u00ed v\u00f3na vit, at vit \u00f8ll \u00ed felag kunnu ver\u00f0a meiri tilvita\u00f0 um at stimbra, styrkja og menna m\u00e1li\u00f0 hj\u00e1 okkara minstu.<\/p>\n<p>Vegna F\u00f8roya Landsst\u00fdri,<\/p>\n<p>Rigmor Dam, landsst\u00fdriskvinna \u00ed mentam\u00e1lum<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>\u00cd 2018 ver\u00f0ur m\u00e1lmenningin hj\u00e1 okkara b\u00f8rnum sett \u00ed mi\u00f0depilin.<\/p>\n","protected":false},"author":3,"featured_media":0,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-1705","post","type-post","status-publish","format-standard","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-08 16:08:24","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/1705","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/3"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=1705"}],"version-history":[{"count":0,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/1705\/revisions"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=1705"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=1705"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=1705"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}