{"id":26457,"date":"2023-07-01T10:00:00","date_gmt":"2023-07-01T09:00:00","guid":{"rendered":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=26457"},"modified":"2023-07-01T19:42:26","modified_gmt":"2023-07-01T18:42:26","slug":"upplivingar-i-suduroynni-sum-at-draga-perlur-upp-a-trad","status":"publish","type":"post","link":"https:\/\/sudurras.fo\/?p=26457","title":{"rendered":"Upplivingar \u00ed Su\u00f0uroynni: Sum at draga perlur upp \u00e1 tr\u00e1\u00f0"},"content":{"rendered":"\n<p>Mangan fer\u00f0andi hoyrir ein siga, at Su\u00f0uroyggin \u00f3iva\u00f0 er ein tann vakrasta oyggin \u00ed F\u00f8royum. Og sl\u00edkt kemur ikki av ongum, og mangar eru perlurnar, i\u00f0 fer\u00f0avinnan kann v\u00edsa fer\u00f0andi \u00e1.<\/p>\n\n\n\n<figure class=\"wp-block-image size-large\"><img loading=\"lazy\" decoding=\"async\" width=\"1024\" height=\"682\" src=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/06\/@mitch_wies-2-1024x682.jpg\" alt=\"\" class=\"wp-image-26458\" srcset=\"https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/06\/@mitch_wies-2-1024x682.jpg 1024w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/06\/@mitch_wies-2-300x200.jpg 300w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/06\/@mitch_wies-2-768x512.jpg 768w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/06\/@mitch_wies-2-1536x1023.jpg 1536w, https:\/\/sudurras.fo\/wp-content\/uploads\/2023\/06\/@mitch_wies-2-2048x1364.jpg 2048w\" sizes=\"auto, (max-width: 1024px) 100vw, 1024px\" \/><\/figure>\n\n\n\n<p><em>Tekstur: Dagfinn Olsen<\/em><\/p>\n\n\n\n<p>Ta\u00f0 er ikki ov n\u00f3gv sagt, at Su\u00f0uroyggin ikki var vi\u00f0, t\u00e1 fer\u00f0avinnan byrja\u00f0i at taka dik \u00e1 seg av \u00e1lvara fyri n\u00f8krum \u00e1rum s\u00ed\u00f0ani. Mangan var langt millum fer\u00f0af\u00f3lkini, og lagt var til merkis, t\u00e1 onkur fer\u00f0andi, &#8211; kanska vi\u00f0 ryggsekki \u00e1 baki, s\u00e1st \u00ed kenda landslagnum. Kanska var ta\u00f0 fjarst\u00f8\u00f0an, og fer\u00f0asambandi\u00f0, i\u00f0 hev\u00f0i skuldina.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd \u00f8llum f\u00f8rum, so er st\u00f8\u00f0an n\u00fa ein heilt onnur, og fer\u00f0af\u00f3lk \u00ed h\u00f3patali vitja Su\u00f0uroynna, i\u00f0 eisini hevur ment eina fer\u00f0avinnu, i\u00f0 hevur n\u00f3gv at bj\u00f3\u00f0a.<\/p>\n\n\n\n<p>Su\u00f0uroyggin er fjarskotin, men ta\u00f0 er avgj\u00f8rt vert at royna hugnaliga siglit\u00farin um Su\u00f0uroyarfj\u00f8r\u00f0, fyri s\u00ed\u00f0ani at koma \u00ed land \u00ed eini oyggj, i\u00f0 er v\u00f8kur, og har n\u00e1tt\u00faruperlur eru sannar upplivingar, umframt at a\u00f0rar upplivingar eru.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Serst\u00f8k og s\u00f8gulig<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Byrja vit \u00ed nor\u00f0aru helvt av Su\u00f0uroynni, so eru t.d. R\u00f8\u00f0in og Fro\u00f0biarnakkur at v\u00edsa \u00e1, har fer\u00f0andi kunnu njota n\u00e1tt\u00faruna.&nbsp; \u00cd Sandv\u00edk ber t.d. til at s\u00edggja, hvar Sigmundur Brestisson \u00ed fornari t\u00ed\u00f0 var\u00f0 tikin av d\u00f8gum \u00ed Sigmundsgj\u00f3gv, eftir at hann hev\u00f0i svomi\u00f0 um Su\u00f0uroyarfj\u00f8r\u00f0 fyri at koma s\u00e6r undan f\u00edggindum s\u00ednum.<\/p>\n\n\n\n<p>Ein gongut\u00farur at s\u00edggja \u00c1smundarstakk er eisini ein sonn uppliving.<\/p>\n\n\n\n<p>Sum einasta oyggj \u00ed F\u00f8royum hevur Su\u00f0uroyggin kol og kolaminur. \u00cd v\u00f8kru bygdini Hvalba, i\u00f0 m.a. hevur n\u00e1tt\u00faruperlunar Nor\u00f0bergsei\u00f0i\u00f0 og Fiskiei\u00f0i at v\u00edsa \u00e1,&nbsp; ber til at s\u00edggja kolaminur, og ta\u00f0 sama er galdandi \u00ed Rangaboti, i\u00f0 eisini hevur vakra n\u00e1tt\u00faru, vi\u00f0arlund og \u00e1arg\u00f8tu.<\/p>\n\n\n\n<p>Hvannhagi ver\u00f0ur mangan umr\u00f8ddur sum eitt av vakrastu st\u00f8\u00f0um. \u00cd Fro\u00f0ba er serstaka stabbagr\u00f3ti\u00f0 at s\u00edggja, eins og serstaka K\u00falugj\u00f3gv og Holi\u00f0 \u00ed helli \u2013 the Cave.<\/p>\n\n\n\n<p>Tv\u00f8royri er st\u00f8rsti sta\u00f0ur \u00ed Su\u00f0uroynni, og hevur eisini mangt at bj\u00f3\u00f0a fer\u00f0andi.<\/p>\n\n\n\n<p>Umframt matst\u00f8\u00f0, s\u00f8vn og gisitingarm\u00f8guleikar, so er eitt n\u00fa Tv\u00f8royrar kirkja verd eina vitjan. Tv\u00f8royri hevur n\u00f3gvar s\u00f8guligar bygningar at v\u00edsa \u00e1, og ein teirra er st\u00f3ra mentanarh\u00fasi\u00f0 SALT, i\u00f0 h\u00fdsir mentanartilt\u00f8kum av alskyns slagi, og sum n\u00fa stendur endurreist, og er aftur eitt pr\u00fd\u00f0iligur var\u00f0i fyri Su\u00f0uroynna. Nevnast kann eisini vakra vi\u00f0arlundin og fr\u00ed\u00f0kanin, sum er \u00ed gongd \u00ed mi\u00f0b\u00fdnum. Ja, Tv\u00f8royri hevur n\u00f3gv \u00e1hugavert at bj\u00f3\u00f0a fer\u00f0af\u00f3lki.<\/p>\n\n\n\n<p>Tjaldav\u00edk er v\u00f8kur og har eru umst\u00f8\u00f0ur til havdypp. Tjaldav\u00edk er sertsakliga v\u00f8kur og n\u00e6rindis er serstaki og st\u00f3ri Tjaldav\u00edksholmur.<\/p>\n\n\n\n<p>Famjin er v\u00f8kur og s\u00f8gur\u00edk bygd. Vakur er ein t\u00farur til kirkjuvatn, og vitjar ein kirkjuna, so hongur fyrsta f\u00f8royska flaggi\u00f0, Merki\u00f0, \u00ed kirkjuni \u00ed Famjin. Kanska eru ikki so n\u00f3gv lond, i\u00f0 kunnu v\u00edsa fram fyrsta eintaki\u00f0 av s\u00ednum flaggi.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>S\u00f8ga, n\u00e1tt\u00fara og upplivingar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Yvirh\u00f8vur er ta\u00f0 sum at draga perlur upp \u00e1 tr\u00e1\u00f0, t\u00e1 v\u00edsast skal \u00e1 n\u00e1tt\u00faruperlur \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n\n\n\n<p>\u00cd sunnaru helvt hava vit gomlu bygdina Hov, i\u00f0 stavar heilt afturi fr\u00e1 V\u00edkingat\u00ed\u00f0. Har eru v\u00edkingaleivdir, gravir, og n\u00fa ver\u00f0ur arbeitt vi\u00f0 at f\u00e1a hesa s\u00f8gu fram \u00ed lj\u00f3si\u00f0. Arbei\u00f0i\u00f0 at byggja eitt v\u00edkingaskip er \u00ed gongd, og smi\u00f0jan, har tilfar til skipi\u00f0 skal framlei\u00f0ast, er reist og stendur sum eitt pr\u00fd\u00f0i. \u00cd Hovi ver\u00f0ur v\u00edst til Ergidal, og eisini ber til at fiska s\u00edl \u00ed Hovi. Farlei\u00f0in oman fyri Hov, Hovsvegurin, er s\u00f3ljulei\u00f0 og alt\u00ed\u00f0 eina vitjan verda.<\/p>\n\n\n\n<p>Porkeri er somulei\u00f0is gomul bygd, i\u00f0 umframt vakurleika og stilla hugalagi\u00f0, i\u00f0 ey\u00f0kennir sm\u00e1ar f\u00f8royskar bygdir, eisini kann v\u00edsa \u00e1 fornleivdir. \u00cd Porkeri hava fer\u00f0af\u00f3lk eisini \u00ed fleiri \u00e1r leiga\u00f0 b\u00e1tar, og eru farin \u00ed fj\u00f8r\u00f0in at fiska. Matstova er \u00ed bygdini, sum er opin eftir avtalu. At sp\u00e1ka \u00ed bygdini er hugaligt, og ein varnast skj\u00f3tt ey\u00f0kendu skiparar\u00f8\u00f0ina av h\u00fasum.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini kann porkerisnes og vitin har nevnast, og arbeitt ver\u00f0ur vi\u00f0 at seta ein kikara upp har.<\/p>\n\n\n\n<p>V\u00e1gur, n\u00e6stst\u00f8rsti sta\u00f0ur \u00ed Su\u00f0uroynni, hevur ment seg innan fer\u00f0avinnu. N\u00e1tt\u00faruperlurnar eru mangar, eitt n\u00fa st\u00f3rfingna V\u00e1gsei\u00f0i, sum \u00ed s\u00ednum veldi kann hugtaka ein vakran summardag, og av sonnum \u201cv\u00edsa tenn\u201d, t\u00e1 stormarnir leika.<\/p>\n\n\n\n<p>Eisini er t.d. ein t\u00farur ni\u00f0an \u00e1 Eggjarnar ein st\u00f3rfingin uppliving. N\u00fdggj r\u00f8\u00f0 er somulei\u00f0is gj\u00f8rd fr\u00e1 Eggjunum og ni\u00f0an \u00e1 fjallatoppin R\u00e1vuna til teirra, sum vilja s\u00edggja n\u00e1tt\u00farinnar st\u00f3rleika fr\u00e1 hesum tindinum.<\/p>\n\n\n\n<p>V\u00e1gur hevur matstovur og gistingarm\u00f8guleikar av ymsum slag, umframt Svimjih\u00f8ll og Margh\u00f8ll. Gamla sluppin Johanna TG 326 er eitt s\u00f8guligt pr\u00fd\u00f0i fyri bygdina, og er onnur av bert tveimum sluppum, i\u00f0 var\u00f0veittar eru \u00ed F\u00f8royum.<\/p>\n\n\n\n<p>Ikki slepst uttanum sera \u00e1hugaverda Ruth Smith Savni\u00f0, i\u00f0 h\u00fdsir m\u00e1lningum hj\u00e1 kendu listakvinnuni \u00far V\u00e1gi, Ruth Smith, sum \u00ed dag ver\u00f0ur mett millum fremstu koloristar \u00ed Nor\u00f0urlondum. Har f\u00e6r ein eisini kenslubornu s\u00f8guna um l\u00edv og lagnu hennara. Savni\u00f0 er opi\u00f0 nakrar dagar um vikuna fr\u00e1 juni til h\u00e1lvan august.<\/p>\n\n\n\n<p>Koma vit longur su\u00f0ur, eru Lopra og Akrar vakrar og fri\u00f0arligar bygdir at vitja, i\u00f0 eisini ver\u00f0a hildnar at ver\u00f0a sera gamlir b\u00fa\u00f0sta\u00f0ir. Lopransei\u00f0i og fjalli\u00f0 Kirvi eru eisini v\u00f8kur st\u00f8\u00f0 at vitja.<\/p>\n\n\n\n<p>Til Sumbiar ber til at koma gj\u00f8gnum tunnil, ella ein kann fara gomlu farlei\u00f0ina, n\u00fa ein s\u00f3ljulei\u00f0, eftir vegnum um Hestin. Har kann ein nj\u00f3ta st\u00f3rfingna \u00fats\u00fdni\u00f0 til vesturs\u00ed\u00f0ina av Su\u00f0uroynni, og ein kann sko\u00f0a vakra Beinisv\u00f8r\u00f0, og hevur ein hug og dirvi, og er ansin, kann farast ni\u00f0an\u00e1.<\/p>\n\n\n\n<p>Fer ein um Hestin, kann ein snara inn \u00e1 vegin til avtofta\u00f0u bygdina V\u00edkarbyrgi, og ein kemur seinni eisini til vegin til Akraberg, har viti stendur. Eitt sera st\u00f3rfingi\u00f0 sta\u00f0, har ein sko\u00f0ar \u00fat \u00ed opi\u00f0 hav.<\/p>\n\n\n\n<p>Sumba er serst\u00f8k bygd, i\u00f0 liggur sunnast \u00ed F\u00f8royum. Ofta var\u00f0 tiki\u00f0 til, at sumbingar eru tiltiknir sterkir, og ver\u00f0ur hetta enn havt \u00e1 lofti. Kv\u00e6\u00f0amentanin \u00ed bygdini er serst\u00f8k, eins og stevi\u00f0, dansurin, sigst ver\u00f0a ey\u00f0kendur, og bera fr\u00e1 \u00f8\u00f0rum bygdum. F\u00f8royski dansurin er enn sera livandi \u00ed bygdini, b\u00e6\u00f0i millum ung og tilkomin.<\/p>\n\n\n\n<p>Sumba liggur vi\u00f0 opi\u00f0 hav og er brimpl\u00e1ss.<\/p>\n\n\n\n<p>S\u00f8gur\u00edk er bygdin, og ein kann vitja kirkjuna og fr\u00e1l\u00edka Fuglasavni\u00f0, i\u00f0 Aksal l Poulsen \u00e1tti, og sum hann lat kommununi.<\/p>\n\n\n\n<p><strong>Veglei\u00f0ing og t\u00farar<\/strong><\/p>\n\n\n\n<p>Er ein \u00ed iva, so ber alt\u00ed\u00f0 til at seta seg \u00ed samband vi\u00f0 kunningarstovurnar, Visit Su\u00f0uroy, \u00ed oynni. Har f\u00e6r ein veglei\u00f0ing, b\u00e6\u00f0i t\u00e1 ta\u00f0 sn\u00fdr seg um vitjanarverdar n\u00e1tt\u00faruperlur, var\u00f0ag\u00f8turnar, ella um tilt\u00f8k, gongut\u00farar og anna\u00f0, i\u00f0 ver\u00f0ur fyriskipa\u00f0 til gagns fyri fer\u00f0andi \u00ed Su\u00f0uroynni.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"<p>Mangan fer\u00f0andi hoyrir ein siga, at Su\u00f0uroyggin \u00f3iva\u00f0 er ein tann vakrasta oyggin \u00ed F\u00f8royum. Og sl\u00edkt kemur ikki av ongum, og mangar eru perlurnar, i\u00f0 fer\u00f0avinnan kann v\u00edsa fer\u00f0andi \u00e1. Tekstur: Dagfinn Olsen Ta\u00f0 er ikki ov n\u00f3gv sagt, at Su\u00f0uroyggin ikki var vi\u00f0, t\u00e1 fer\u00f0avinnan byrja\u00f0i at taka dik \u00e1 seg av \u00e1lvara [&hellip;]<\/p>\n","protected":false},"author":24,"featured_media":26458,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-26457","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-21 10:23:16","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/26457","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/24"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=26457"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/26457\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":26459,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/26457\/revisions\/26459"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/26458"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=26457"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=26457"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=26457"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}