<\/p>\n\n\n\n
L\u00f8greglan<\/strong>: Fleiri f\u00f8roysk b\u00f8rn eru \u00edmillum tey, sum hava veri\u00f0 fyri \u00e1gangi \u00ed m\u00e1li, sum F\u00f8roya Politi kannar \u00ed l\u00f8tuni. F\u00f8roya Politi hevur kunna\u00f0 tey avvar\u00f0andi.<\/p>\n\n\n\n
Tr\u00edggir pers\u00f3nar v\u00f3ru herfyri handtiknir og skuldsettir fyri kynsliga misn\u00fdtslu m\u00f3ti b\u00f8rnum \u00e1 netinum. Ein er leyslatin me\u00f0an tveir eru var\u00f0haldsfongsla\u00f0ir \u00ed fyribils 4 vikur hv\u00f8r. Ein av teimum, sum situr var\u00f0haldsfongssla\u00f0ur, hevur eisini havt samlegu vi\u00f0 eitt av hesum b\u00f8rnum, sum t\u00e1 var undir 15 \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n
Misn\u00fdtslan er framd \u00e1 fleiri sosialum mi\u00f0lum. Ta\u00f0 er serliga fari\u00f0 fram \u00e1 Snapchat, men t\u00f3 eisini \u00e1 TikTok og F3. F\u00f8roya Politi hevur higartil funni\u00f0 fram til 14 \u00f3r\u00e6tta\u00f0i b\u00f8rn \u00ed aldrinum 10 til 17 \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n
Teir handtiknu eru m.a. skuldsettir fyri brot \u00e1 revsil\u00f3gina, vi\u00f0 at hava framt bl\u00fanisbrot \u00edm\u00f3ti b\u00f8rnunum, og at hava \u00ed var\u00f0veitslu,- og at deila pornografiskar myndir og filmsbrot av b\u00f8rnunum. Harumframt er ein skuldsettur fyri at hava havt samlegu vi\u00f0 eitt barn undir 15 \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n
Grundl\u00f3garavhoyringar v\u00f3ru \u00ed F\u00f8roya R\u00e6tti \u00ed juni og juli, har tveir av teimum skuldsettu v\u00f3ru var\u00f0haldsfongsla\u00f0ir \u00ed 4 vikur hv\u00f8r.<\/p>\n\n\n\n
Kanningararbei\u00f0i\u00f0 hj\u00e1 politinum hevur f\u00f8rt fram til b\u00f8rnini, sum hava veri\u00f0 \u00fatsett fyri grooming. Groomingin hevur s\u00ed\u00f0ani f\u00f8rt til kynsliga misn\u00fdtslu \u00e1 netinum og samlegu vi\u00f0 barn undir 15 \u00e1r.<\/p>\n\n\n\n
Politii\u00f0 hevur illgruna um, at fleiri f\u00f8royskir groomarar eru upp \u00e1 sp\u00e6l \u00e1 netinum, og politii\u00f0 arbei\u00f0ir vi\u00f0 at ey\u00f0merkja teir.<\/p>\n\n\n\n
Kanningararbei\u00f0i\u00f0 hevur eisini f\u00f8rt til ey\u00f0merking av tveimum donskum groomarum, sum hava grooma\u00f0 fleiri donsk og f\u00f8roysk b\u00f8rn. Hesi m\u00e1l eru send til Danmarkar til n\u00e6rri kanningar.<\/p>\n\n\n\n
Fakta
Grooming<\/strong>
Grooming merkir, at ein vaksin s\u00f8kir samband vi\u00f0 b\u00f8rn \u00e1 netinum, vi\u00f0 t\u00ed endam\u00e1li at skaffa s\u00e6r sj\u00e1lvum kynsliga n\u00f8ktan. Tann vaksni sigur seg ofta vera javngamlan ella eitt sindur eldri enn barni\u00f0, sum hann hevur samband vi\u00f0. Yvir t\u00ed\u00f0 og vi\u00f0 snildni (manipulati\u00f3n) skapar groomarin eitt \u00e1litisforhold til barni\u00f0.<\/p>\n\n\n\n
Groomingin f\u00f8rur vi\u00f0 s\u00e6r, at barni\u00f0 ver\u00f0ur eyggja\u00f0 til at senda eitt n\u00fa nakinmyndir av s\u00e6r sj\u00e1lvum til groomaran. Talan kann eisini ver\u00f0a um myndir og filmsbrot, har barni\u00f0 \u00e1 onkran h\u00e1tt er kynsliga aktivt.<\/p>\n\n\n\n
Groomarin kann eisini h\u00f3tta barni\u00f0 vi\u00f0 at leggja myndirnar, sum ta\u00f0 longu hevur sent til groomaran, \u00fat \u00e1 neti\u00f0 ella til onkran, i\u00f0 barni\u00f0 kennir, um ta\u00f0 ikki sendur fleiri myndir. Hetta ver\u00f0ur kalla\u00f0 \u201csextortion\u201d.<\/p>\n\n\n\n
Grooming og kynsligur \u00e1gangur \u00e1 netinum kunnu hava \u00f3gvusligar s\u00e1larligar avlei\u00f0ingar vi\u00f0 s\u00e6r.<\/p>\n\n\n\n
Ein groomari er ein barnalokkari.<\/p>\n\n\n\n
Grooming kann fara fram \u00ed veruliga l\u00edvinum eins v\u00e6l \u00e1 netinum. Onkunt\u00ed\u00f0 fer groomingin fram \u00e1 b\u00e1\u00f0um st\u00f8\u00f0um. \u00cd flestu f\u00f8rum er t\u00f3 talan um grooming \u00e1 netinum. T\u00ed er t\u00fddningarmiki\u00f0 hj\u00e1 foreldrum og \u00f8\u00f0rum, sum eru um b\u00f8rn, at fylgja vi\u00f0 \u00ed virkseminum hj\u00e1 b\u00f8rnunum \u00e1 netinum og \u00e1 sosialu mi\u00f0lunum.<\/p>\n\n\n\n
Les meira um grooming:
S\u00ed veglei\u00f0ing til at strika innihald \u00e1 Snapchat:
SSP hevur gj\u00f8rt undirv\u00edsingartilfar um at fer\u00f0ast \u00e1 netinum, sum eisini kann vera hent hj\u00e1 foreldrum:
Fr\u00e1 1. juli \u00ed \u00e1r var\u00f0 grooming gj\u00f8rt revsivert \u00ed Danmark. F\u00f8royska revsil\u00f3gin hevur ikki \u00e1seting um grooming enn.<\/p>\n\n\n\n
Bl\u00fanisbrot<\/strong>
Bl\u00fanisbrot er \u00f3h\u00f3skandi kynsligur atbur\u00f0ur, framdur av gerningspers\u00f3ni m\u00f3ti einum \u00f3r\u00e6tta\u00f0um. <\/p>\n\n\n\n
BO\u00d0A POLITINUM FR\u00c1<\/strong>
Hevur barn t\u00edtt veri\u00f0 fyri kynsligum \u00e1gangi ella bl\u00fanisbroti\u00f0, eiga tit at bo\u00f0a l\u00f8gregluni fr\u00e1.<\/p>\n\n\n\n
Ta\u00f0 er ney\u00f0ugt vi\u00f0 pr\u00f3vgum, um brotsma\u00f0urin skal ver\u00f0a funnin, so goym kjatt-samr\u00f8\u00f0ur, sms og l\u00edknandi fr\u00e1 \u00e1ganginum, eisini br\u00fakaranavn og neyvt n\u00e6r hendingin f\u00f3r fram.<\/p>\n","protected":false},"excerpt":{"rendered":"
L\u00f8greglan: Fleiri f\u00f8roysk b\u00f8rn eru \u00edmillum tey, sum hava veri\u00f0 fyri \u00e1gangi \u00ed m\u00e1li, sum F\u00f8roya Politi kannar \u00ed l\u00f8tuni. F\u00f8roya Politi hevur kunna\u00f0 tey avvar\u00f0andi. Tr\u00edggir pers\u00f3nar v\u00f3ru herfyri handtiknir og skuldsettir fyri kynsliga misn\u00fdtslu m\u00f3ti b\u00f8rnum \u00e1 netinum. Ein er leyslatin me\u00f0an tveir eru var\u00f0haldsfongsla\u00f0ir \u00ed fyribils 4 vikur hv\u00f8r. Ein av teimum, […]<\/p>\n","protected":false},"author":23,"featured_media":1155,"comment_status":"closed","ping_status":"closed","sticky":false,"template":"","format":"standard","meta":{"ngg_post_thumbnail":0,"footnotes":""},"categories":[1],"tags":[],"class_list":["post-26611","post","type-post","status-publish","format-standard","has-post-thumbnail","hentry","category-tidindi"],"publishpress_future_action":{"enabled":false,"date":"2026-05-21 09:26:26","action":"change-status","newStatus":"draft","terms":[],"taxonomy":"category","extraData":[]},"publishpress_future_workflow_manual_trigger":{"enabledWorkflows":[]},"_links":{"self":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/26611","targetHints":{"allow":["GET"]}}],"collection":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts"}],"about":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/types\/post"}],"author":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/users\/23"}],"replies":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcomments&post=26611"}],"version-history":[{"count":1,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/26611\/revisions"}],"predecessor-version":[{"id":26612,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/posts\/26611\/revisions\/26612"}],"wp:featuredmedia":[{"embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=\/wp\/v2\/media\/1155"}],"wp:attachment":[{"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fmedia&parent=26611"}],"wp:term":[{"taxonomy":"category","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Fcategories&post=26611"},{"taxonomy":"post_tag","embeddable":true,"href":"https:\/\/sudurras.fo\/index.php?rest_route=%2Fwp%2Fv2%2Ftags&post=26611"}],"curies":[{"name":"wp","href":"https:\/\/api.w.org\/{rel}","templated":true}]}}